Antony & Jasmin á Bátastevnuni

Vilt tú uppliva X-factor vinnararnar 2014, so er at leggja leiðina til Vestmanna fríggjadagin hin 16. mai.

Á Bátastevnuni í ár verður høvið at síggja og hoyra X-factor vinnararnar Antony & Jasmin. Tey framføra í stóra tjaldinum fríggjadagin 16. mai.

Tórarin 4

Eins og undanfarin ár verður skipað fyri nógvum ymiskum tiltøkum bæði á sjógvi og landi. Her verður langteinakappróður, sigling av Fútakletti inn á Vestmanna og bjargingarroynd, tivoli, hoppiborgir, matsøla, tónleikur o.a. undirhald fyri børn, ung og vaksin.

Fríggjadagin 16. mai koma X-factor vinnararnir, Antony & Jasmin á pallin. Aftaná verður konsert við Grandmas Basement.

Leygardagin 17. mai  verður siglingin av Fútakletti inn á Vestmanna. Borðreitt verður við suppu o.ø. góðum afturvið eins og  felagssangur og harmonikutónleikur verður í stóra tjaldinum.

Leygarkvøldið verður dansur har Kim Hansen og Vestmenn spæla. Eisini verður skipað fyri ungdómsdiskoteki við Eyðfinni Jensen.

Atgongumerki til øll tiltøkini á Bátastevnuni kunnu keypast í forsølu. Meir kunning á www.bs.fo.

Plakat