Var tað fyri 40 árum síðani, høvdu fleiri vestmenningar tikið til, at skírisdagur í ár er ikki ein dagur fyri veikar sálir. Tað stóð mangan so nógv á tá ein avgerandi dystur skuldi spælast, at tey spentastu tordu ikki á plenuna ella av bygdini at hyggja. Menn valdu at fara niðan í hagan og komu ikki oman aftur fyrr enn dystur var lokin. Varð dysturin útvarpaður, tordu fleiri heldur ikki at hava útvarpslurtið frá.
Onkur hevur tað ivaleyst framvegis soleiðis við spenninginum upp undir báðar finaludystirnar hósdagin. Men hóast hondbólturin í gerandisdegnum fyllir líka nógv í dag sum fyri 40 árum síðani, so er hevur spenningurin neyvan slíkt fastatak á monnum og kvinnum longur, sum hann hevði áður. Tað kundi bæði vera skomm og niðrandi at tapa ein avgerandi dyst og øll bygdin legðist í dvala. Minnist sjálvur, hvussu blóðið setti úr høvdinum og hvussu tað sortnaði fyri eygunum ein dagin í sekstiárunum, tá Kyndil vann 20-10 á VÍF á plenuni í Vestmanna. Skommin var øgilig og allan vegin til hús hugdi eg ikki upp. Var orðið tunglyndi uppfunnið tá, hevði læknin heilt víst staðfest, at eg plágaðist av hesum.
Eg haldi, at fyri tey flestu er tað øðrvísi í dag. Liðini eru javnari og nógv fleiri eru um boðið, enn tá nærum bara Kyndil og VÍF kappaðust um besta plássið. Leikararnir duga helst eisini betur at tapa í dag, enn áður.
Men sjálvandi skal spenningurin vera har. Og tað er sólarklárt, at allir vestmenningar vilja hava bæði steypini til bygdina. Tí fara vit øll í høllina at heppa okkara leikarum til tveir sigrar hósdagin.
Tað eru 12 ár síðani, at kvinnurnar vunnu føroyameistaraheitið og tað eru átta ár síðani menninir fingu gullið um hálsin. Tað kundu verið nógvir mátar at lagt seg á knø við eini bøn til spælararnar um vælsignaðar at vinna. Tá tað í 1975 vóru sjey ár liðin síðani VÍF seinast hevði vunnið føroyameistaraheitið, skrivaði ein gamal VÍF-viðhaldamaður í Dimmalætting: “Fyri meg, ið eri komin væl til árs, er tað – fyri at siga tað á útlendskum máli – “nervapirrandi” at bíða eftir hesum dysti, so spentur eri eg. Ætlanin við hesum brævi var at eggja vestmenningar og vónandi havi eg við hesum reglum birt eitt sindur meira upp undir stríðsvilja teirra – gerið mær tann heiður, vælsignaðir vestmenningar: vinnið…. Tá hevur túrur mín verið ein rík ferð!”
Tann dystin móti Kyndli vann VÍF so ruddiliga 20-14. Hvussu nógv umrødda lesarabrævið hevur gjørt vita vit ikki, men dysturin var avgjørdur á vøllinum og soleiðis verður tað eisini skírisdag. Onkur hevur útnevnt favorittar og friður verið við tíð. Sjálvandi halda allir vestmenningar, at liðini hjá okkum eru før fyri at vinna báðar dystirnar. Tað snýr seg um at leikarar og venjarar eru klár frá byrjan og at leikarar og venjarar somuleiðis eru klár við bæði plan B og plan C, um alt ikki gongur eftir vild frá byrjan. Sum skilst eru allir leikarar hjá VÍF tøkir til báðar dystirnar.
Tað sum tað næstmest snýr seg um, er at allir gonguførir vestmenningar fara í høllina. Tað eggjar leikarunum meira enn nakað annað, so tíð er longu nú at fara at reka, tí øll lesa ikki hesar reglurnar.
Sjálvandi kann VÍF vinna báðar finalurnar. Annars var lítil orsøk hjá liðunum at spæla hondbólt. Men liðini møta tveimum mótstøðuliðum og tá avtornar standa tvey lið eftir sum vinnarar. Tí ber ikki til at krevja, at okkara lið skulu vinna. Tað einasta vit kunnu krevja og vóna er, at bæði liðini og allir leikararnir geva seg 110 prosent. Og at leikararnir alla tíðina hava í huga, at einki er ómøguligt fyri tann, sum ber viljan í hjartanum!!!
Vit gleða okkum til tveir góðar og spennandi dystir skírisdag. Kvinnurnar spæla móti Kyndli klokkan 16.00 og menninir spæla móti KÍF klokkan 20.00. Næstu dystirnir verða leygardagin, fyrst klokkan 16.00 móti Kyndli í høllini á Hálsi og síðani í høllini í Kollafirði móti KÍF klokkan 19.00.
Ímillum dystirnar skírisdag verða framvísingardystir í yngru deildunum. Eisini fáa dreingir 14 ár hjá VÍF gullheiðursmerkini um hálsin skírisdag.
VÍF boðar frá, at alt gott verður at fáa í høllini og at telt eisini verða sett upp uttanfyri.