Sigursfýsnir vestmenningar í KÍ-høllini

Hóast dysturin móti Team Klaksvík mikukvøldið ongan týdning hevði fyri støðuna í undanspælinum, so var tað eitt vælupplagt og sigurshuga VÍF-lið, sum rann inn á vøllin í KÍ-høllini. Sum fleiri høvdu væntað, vann KÍF á Neistanum sama kvøld, og vinnur KÍF eisini á H71 leygardagin, eru VÍF og KÍF jøvn í stigum. Men tað eru úrslitini í innanhýsis dystunum millum VÍF og KÍF, ið telja, og har hevur KÍF munin og eigur tískil ovasta plássið og rættin at áseta, hvar dystirnir í finaluumfarinum skulu leikast. Vinnur H71 ella endar dysturin leygardagin javnur, eigur VÍF fyrstaplássið og rættin at áseta finaludystirnar.

IMG_5642

VÍF-leikararnir vístu í dystinum móti Team Klaksvík, at teir eru svangir eftir at fáa fleiri sigrar og at hugurin at náa málinum er tilstaðar. Venjarin, Henrik Gerster, er sera fegin um, at leikararnir vóru so uppsettir til dystin, hóast næstan einki var at spæla fyri. Venjarin er  nøgdur við tað, sum spælararnir vístu mikukvøldið og hann ivast ikki í, at allir sum ein ganga sera miðvíst eftir at fáa gullið í finaluni.

Fleiri av teimum ungu gingu undan í dystinum í Klaksvík. Tóki Seloy stóð allan dystin í málinum og hann stóð sera væl. Eitt nú tók hann trý brotskøst. Filip Jojic og Áki Egilsnes slóðaðu fyri í málskjótingini, men annars býttu 12 leikarar tey 40 málini millum sín. Agnar Joensen sat á beinkinum og Sámal Joensen spældi bara ein lítlan hálvleik. Julian Olsen hevur ein lítlan skaða í økslini frá U20 landsdystinum og fekk tí heldur ikki nógva spælitíð.

Men soleiðis sum støðan er beint nú heldur Henrik Gerster, at allir vera klárir til finaluna á páskum, eisini Hanus Christophersen, sum meiddi fótin í venjing beint uppundir U20-landsdystirnar.

Tað verður ikki fyrr enn leygardagin, at vit vita, hvar finaludystirnir verða leiktir.  Endar VÍF ovast, ger liðið av, hvussu leikast skal. Verður kollfirðingar ovast, gera teir av, um t.d. fyrsti dystur skal leikast í Kollafirði ella í Vestmanna.

Hondbóltssambandið hevur ásett nær FM-finalurnar vera. Skírisdag 17. apríl kl. 16.00 verður fyrstu FM-finaluna hjá kvinnum og hjá monnum verður fyrsta FM-finalan sama dag kl. 19.00.  Onnur finala hjá kvinnum verður leygardagin 19. apríl kl. 16.00 og onnur finala hjá monnum verður sama dag kl. 19.00. Møguliga triðja finala hjá kvinnum verður mánadagin 21. apríl kl. 16.00 og møguliga triðja finala hjá monnum verður sama dag kl. 19.00.

Team Klaksvík  – VÍF 24 -40 (14-20) Dómarar: Dánjal Samuelsen og Uni Wardum

Málskjúttar Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 11, Andrias Ellingsgaard 4, Otto Jacobsen 2, Vilhelm Vilhelmsen 2, Dusko Petrusic 2, Jens Pauli Mohr 2 og Beinir Johannesen 1.

Máljúttar VÍF: Filip Jojic 9, Áki Egilsnes 6, Sámal Joensen 3, Julian Olsen 3, Mads Eriksen 3, Bjarni Djurhuus 3, Sámal Jákup Djurhuus 3, Andrias Eriksen 2, Teis Ramussen 2, Sjúrður Nielsen 2, John Nielsen 2 og Joen Pauli Høgnesen 1.

Støðan í mansdeildini