Ársins stjørnuskot 2011 koma úr VÍF

Eftir Stóra Finaludagin sum Badmintonsambandið, Borðtennissambandið og Judosambandið skipaðu fyri í høllini á Hálsi í Havn seinasta leygardag, skipaðu tey trý sersambondini fyri felags gallaveitslu í HB-húsinum, og har varð staðfest, at ársins stjørnuskot í Badminton 2011 koma úr VÍF. 11 ára gamli Bartal Poulsen gjørdist stjørnuskot hjá monnum, meðan 14 ára gamla Sólfríð Hjørleifsdóttir Joensen fekk heiðurin hjá kvinnum.

 

Tað skerst ikki burtur, at Sólfríð og Bartal hava havt eitt sera gott kappingarár. Sólfríð vann FM-heitið í einmansleiki hjá gentum U-15 og hjá kvinnum í A-bólkinum, sum er næstbesta deildin hjá teimum vaksnu. Somuleiðis vann Sólfríð FM í tvímansleiki gentur U-15, saman við Kristinu Eriksen úr HBF, og í tvímansleiki hjá kvinnum, A-bólkurin, saman við Rebekku á Rógvi Johnsdóttir úr VÍF. Bartal vann FM í einmansleiki dreingir U-15, og gjørdist nr. 2 í A-bólkinum hjá monnum. Bartal vann samlaðu Grand Prix kappingina í U-15, umframt at hann vann gull í einmansleiki í U-13 í eini norðuratlantiskari kapping í Havn í oktober, har leikarar í Føroyum, Íslandi og Grønlandi luttóku. Eisini vann Bartal eitt gull og eitt silvurmerki í U-13 í Reykjavik International Games í januar. Fyri at gerast ávíkavist nr. 1 og nr. 2 í A-bólkinum, sluppu Sólfríð og Bartal at luttaka í kappingini í meistarabólkinum seinasta vikuskifti. Okkum vitandi, eru tey fyrstu leikarar frá VÍF, sum hava luttikið í meistarabólkinum, og helst er Bartal yngsti spælari, sum nakrantíð hevur luttikið í meistarabólkinum yvirhøvur. Í meistarabólkinum vunnu tey ikki nakran dyst, men tey stóðu seg kortini sera væl, og hava nú royndir at spæla á hægsta støði í Føroyum.

 

Tað stuttliga hendi eisini á gallaveitsluni, at Judosambandið hevði eitt ”Fightara steyp” at lata tí leikara, ið hevur staðið seg best, og hevur gjørt størst framstig í judo seinasta kappingarárið. Í ár kom hesin heiður eisini til Vestmannar, tá ið okkara U-15 badmintonspælari Rebekka á Rógvi Johnsdóttir fór av stað við heiðrinum. Rebekka luttekur í judo fyri Sunda Judofelag. Rebekka er einans onnur kvinnan, ið hevur vunnið ”Fightarasteypið”, síðani judosambandið fór at lata henda heiður á fyrsta sinni í 1980. Tíverri eydnaðist ikki at fáa Rebekku við á myndina, tí hon mátti skunda sær heim at fyrireika konfirmatiónina dagin eftir.