Dómarafelagið fremur anarki

Viðmerking til málið um hóndbóltsdómararnar

 

Nú Dómarafelagið við verkfalshóttan hevur broytt reglugerðirnar um leikbann og harvið hevur framt eina grundleggjandi broyting í arbeiðinum hjá Kappingarnevndini, halda vit tað vera upp á sítt pláss við fylgjandi viðmerkingum.

 

Tá Kappingarnevndin tekur avgerð um leikbann, verður hetta gjørt út frá einum sonevndum karantenulista, sum hevur ásetingar um, hvussu langt leikbann skal gevast fyri framdu brotini. Hesin listin er tann sami, sum verður nýttur av eitt nú danska Hondbóltssambandinum.

 

Tað er væl møguligt, at listin treingir til dagføringar, men øll vanlig siðvenja og allir avgerðir, sum eitt nú føroyski ítróttadómstólurin hava tikið, stafðesta, at broytingar í slíkum lista ikki mugu fremjast í óðum verki. Heldur ikki kunnu tær einsæris fremjast av Kappingarnevndini, men skulu viðgerast í størri høpi – eitt nú á aðalfundi. Og í øllum førum mugu slíkar broytingar fremjast í friðartíð. Altso í millumrúminum millum tvey kappingarár.

 

Tí er tað brot á alla vanliga siðvenju, tá Dómarafelagið stutt undan kappingarloki lýsir við verkfalli, sum einvíst hevur til endamáls at trumla broytingar ígjøgnum. Broytingar, sum einvíst skulu fremjast eftir teirri fatan, sum Dómarafelagið hevur av tingunum. Framferðing er grundleggjandi brot á tey prinsipp, sum hondbóltur og flestu aðrar ítróttagreinar verða skipað eftir.

 

Sjálvandi hava bæði Kappingarnevnd og dómarar felags áhugamál í, at kappingar verða so væl avgreiddar, sum tað nú einaferð ber til. Fyri at hetta skal lata seg gera, er tað tó ein aðalregla, at greiður skilnaður er í valdsbýtinum. At dómarar halda seg til tað, sum fyriferst á vøllinum, og at Kappingarnevndin tekur sær av viðurskiftum uttan fyri vøllin. Er tað so, at ónøgd er um avgerðir hjá Kappingarnevndini, er altíð møguleiki at kæra avgerðir nevndarinnar til Dómsnevndina og í seinasta enda Ítróttadómstólin, sum hevur evsta avgerðarrætt í slíkum viðurskiftum.

 

Tí er tað eisini grundleggjandi skeivt, at nevndin, sum nú er sett, inniheldur umboð fyri dómarafelagið. Tað er eitt beinleiðis álop á givna valdsbýtið, og eigur undir ongum umstøðum at góðtakast av føroyska hondbóltsheiminum.

 

Vit hava einki ímóti, at reglurnar kring Kappingarnevndina verða endurskoðaðar, og tað er væl møguligt, at tíðin nú er búgvin at seta eina Aganevnd, sum skal taka støðu til tey brot, sum verða framd á hondbóltsreglurnar. Men skulu slíkar broytingar fremjast, so má tað gerast á røttum stað. Tað tænir ongum endamáli, at partarnir velja at brúka fjølmiðlarnir til at leggja trýst á aðrar partar ella til at koma við niðurgerðing av arbeiðinum hjá øðrum.

 

Tað er bert stórt spell, ein slíkur framferðarháttur verður góðtikin frá HSF. Seinasta dømi er um ta sonevndu semjuna um eina aganevnd. Her skal verða sagt at Kappingarnevndin av formanni HSF’s varð boðin við á fundin við dómararnar og starvsnevndina. Í teir tríggjar tímarnar, sum fundurin vardi, slapp Kappingarnevndin ikki við inn á fundin, tí Dómarafelagið vildi ikki tosa við Kappingarnevndina. Formaður HSF’s eftirlíkaði Dómarafelagnum í hesum, sjálvt um tað var hann, sum hevði kallað inn til fundin. Tað er sostatt Dómarafelagið, sum hevur kravt eina aganevnd við umboði frá teirra egna felag!

 

Vit fimm, sum hava sitið í Kappingarnevndini, hava nú lagt frá okkum.

 

Fyrrverandi limir í Kappingarnevnd HSF’s