Foreldrafundur í Neystinum mikudagin 20. apríl, kl. 20:00
Kappróðranevndin hjá VÍF vil hervið boða foreldrunum at børnunum, sum fara at luttaka í FM í barnaróðri í summar, til kunnandi fund.
Nevndin kemur at greiða frá um lógir og reglur, og eisini verður greitt frá, hvørji krøv verða sett til manningarnar og hjálparfólk teirra.
Høvi verður eisini at seta spurningar.
Møti fjølment!