VÍF FØROYAMEISTARAR U20 KVINNUR

VÍF føroyameistari í U20 hjá gentum

Í kvøld var síðsti dystur í U20 hjá gentum. Undan dystinum var støðan tann, at StÍF skuldi vinna við 11 málum, skuldu tær vinna meistaraheitið. So okkara støða var frálík, sjálvt um vit vita, at StÍF altíð stríðist til seinasta minutt. Vit hava fyrireikað okkum væl alla vikuna, møttu til dystin í góðari tíð, hitaðu upp, sum vit plagdu, og tá vit høvdu spælt 20 minuttir høvdu vit verið frammanfyri bæði 6 – 2 og 9 – 5. Alt gekk sum eftir ánni. Men so fóru gestirnir at hála inn á okkum og komu framum við fleiri málum. Nervarnir hjá okkum gjørdu rættiliga um seg, og vit gjørdu allar feilir, bæði teir, sum kundu hugsast og eisini teir, sum ikki kundu hugsast – Tá 28 minuttir vóru spældir, var StÍF eina løtu frammanfyri við 9 málum. Endaliga støðan bleiv 25 – 17 til StÍF. Onkur í høllini tók til, at vit taptu okkum til gullið. Ja, vit taptu í kvøld, men samanlagt eru vit nummar 1, tað kann eingin taka frá okkum, og tað gleðast vit um.

Hóast stórt mentalt undirskot í álopspartinum, so vardu vit sum brandar allan dystin. Verjuspælið í kvøld vísti kortini, at góð framgongd er, og at góður vilji er í liðnum. Og góður stríðsvilji – serliga tá gongur ímóti – er bæði alfa og omega á einum vinnaraliði. Í høvdunum á gentunum sita minnini frá 2009, tá tær bara skuldu hava eitt av 6 møguligum stigum fyri at verða meistarar. Ta ferðina miseydnaðist tað. Hesa ferð kláraðu vit at enda á røttu síðuni, so nú hevur viljin til at vinna kortini yvirhálað óttan fyri at tapa. Vit hava nógv at byggja víðari á, og tá vit hava hvílt okkum nakrar vikur, fara vit aftur at herja á við fyrireikingunum til næsta ár.