VÍF – STJØRNAN 24-27 (14-12)

 

Tað bleiv til eitt tepurt tap móti Stjørnuni.
Dysturin byrjaði javnt. Liðini fylgdust til støðuna 5-5. Síðani settu okkara kvinnur ferð á. Vit komu á odda 12-7 tá 16 min vóru farnir. Vit hildu hendan munin leingi. Móti endanum av fyrra hálvleiki fekk Stjørnan nøkur bílig mál. Tá liðini fóru til hálvleiks var støðan 14-12.

Seinni hálvleikur byrjaði fínt. Vit hildu munin til Stjørnuna. Vit høvdu møguleikan at økja munin, tí Stjørnan fekk tvær útvísingar fyrru helvtina av seinna hálvleiki. Vit gagnnýttu ikki yvirtalsstøðurnar, men lótu hinvegin Stjørnuna koma inn aftur í dystin. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var javnleikur.

 

Eftir hetta fekk Stjørnan yvirtakið. Tær lupu framum og tá 25 min vóru spældir, var støðan 22-27. Vit fingu tó pynta upp á úrtslitið seinastu løtuna. Endaliga støðan 24-27.

 

Samanumtikið ein góður dystur av okkara kvinnum. Vit spældu fult upp við fremsta liðið í deildini í 45 min. Manglandi breidd og rutina avgjørdi seinastu 15 minuttirnar.

 

Málskjúttar:

VÍF: Liljan Djurhuus 8, Agnas Olsen 6, Halla Midjord 4, Torgunn Johansen 3, Linda Davidsen 2, Tóra Seloy 1

STJØRNAN: Alina Anghel 8, Una Olsen 7, Valentina Suciu 4, Edith Hansen 2, Judith Hansen 2, Annika Ljósstein 2, Durita Mikkelsen 1, Anna Kristina Samson 1

Dómarar: Karstin- og Kristian Joensen