Tað átti ikki at borið til og tó….

 

VÍF dreingir 12 føroyameistarar 2011. St. f. v.: Háldan Haldansen venjari, Teitur R. Nielsen, Kaj Johannesen, Jóhan í Garðastovu, Høgni Zachariassen, Agga í Garðastovu, Palli Joensen venjari,
Húkandi f.v.: Teitur Thorleifsson, Jón Andreasen, Jóhannus Haldansen, Tórur í Níðristovu
Fremst: Regin á Rógvi Joensen og Heri Durhuus.

Aftur í ár er eitt føroyameistaraheiti endað í Vestmanna. Hesa ferð sum so mangan áður er tað í bólkinum DR. 12. Gull til A-liðið og gull til B-liðið!!

 

Hvat átti ikki at borið til?

2,5 % av samanlagda íbúgvaratalinum í Føroyum býr í Vestmanna. Sagt á ein annan hátt, ein av hvørjum fjøruti íbúgvum býr her.

 

Í árganginum, sum eru føddir í 1998, eru einans seks dreingir í Vestmanna. Hetta er tann bólkur, sum umboðar eldra aldursbólkin í dr. 12, og av hesum seks dreingjunum spæla fimm dreingir hondbólt, allir á A-liðnum. Altso spæla 85 % av árganginum hondbólt, og er hetta gott prógv um, hvussu fastgrógvin henda ítróttagrein er í okkara hondbóltsmentan.

Fimm dreingir kunnu ikki manna eitt hondbóltslið, tí var neyðugt við kappingarársbyrjan at finna eina loysn, sum kundi gagna einum hópi upp á fimtan dreingir – dreingirnir í fimta og sætta flokki. Ov nógvir til eitt lið, og ov fáir til tvey. Vit søktu tí HSF um undantaks loyvi, soleiðis at nakrir av yngstu dreingjunum ikki skuldu sektast fyri at spæla á A-liðnum. Ein kabal, sum vit tveir venjarar vistu kundi gerast ógvuliga trupul at fáa at ganga upp, um vit meldaðu tvey lið til. Tá HSF vísti vælvild, valdu vit at taka truplu loysnina. Meldaðu eitt A-lið og eitt B-lið til, soleiðis at allir sluppu at spæla hondbólt At trupla loysnin bar frukt vísir úrslitið.

Nú gott og væl eitt hálvt ár er farið standa hesi bæði liðini ovast á skamlunum – gull til bæði liðini!!! Føroyameistarar og bólkavinnarar. A-liðið vann eisini silvur í steypakappingini.

Her eru tvey lið mannað við leikarum, sum hava førleika, um teir fáa røttu avbjóðingarnar og røktina, at gerast gleði fyri áskoðaran, sum vil síggja vakran hondbólt.

Við tí áhuga hesir hava víst í ár, so eiga vit, ið eru góð við VÍF, at fegnast um, at her eru leikarar á veg, sum vónandi fara at loysa onkrar av okkara frægu spælarum av um nøkur ár.

Takk til tykkum foreldur, sum hava verið so ófør at stuðla liðunum í vetur. Tykkara áhugi er við til at menna áhugan hjá dreingjunum.

Gleðisrómur: VÍF dreingir 12 A føroyameistarar 2011.