AVGERANDI SIGUR Á STÍF

Menninir hjá VÍF vunnu sunnudagin ein sera týðandi sigur á StÍF. Soleiðis sum stigatalvan sær út, ræður um at halda sær upp at teimum báðum fremstu liðunum, Neistanum og H71, og nú vit eru komin inn í helvt í øðrum umfari, eydnaðist VÍF-liðinum at fáa tvey altumgerandi stig til høldar. Í stigum var munurin millum VÍF og StÍF undan dystinum bara tvey stig, og vit vita, at tað er altíð sera trupult at vinna á StÍF á Skála.

Dysturin var sera tættur so at siga alla tíðina, sjáldan meira enn eitt mál á muni. Tá seinni hálvleikur var útvið hálvrunnin, gjørdi StÍF nakrar tekniskar feilir, tveittu bóltar burtur og brendi illa, og í ótolni eftir at bøta um støðuna, gekst bara uppaftur verri. At venjararnir hjá VÍF tóku timeout í hesum góða stimanum skilti eg ikki heilt – undir øllum umstøðum mistu vestmenningar eftir hetta tað góða spælið. Helst mest tí strandingar fingu stundir at bæði at spenna seg sundur og taka seg saman. Nú vóru tað vestmenningarnir, sum gjørdu feilirnar og mistu eina seks máls leiðslu eftir fáum minuttum.

Tað eydnaðist tó okkara leikarum at halda tætt við javnleik og at pressa seg til eitt brotskast, sum Filip Jojic setti í málið – eftir øllum at døma púra kaldur.

Hóast sigursrúsin eftir dystin, vistu allir leikararnir, at tað bara var einum manni at takk fyri, at tvey stig komu til høldar henda dagin á Skála – málmanninum Mladen.

NEISTIN MÁ FÁA MÓTSTØÐU

Ivasamt er, um leikur spælir so væl av mikukvøldið í Vestmanna, sum hann gjørdi á Skála, um verjan hjá VÍF ikki tekur seg saman. Í mínum og annara hugaheimi er eingin ivi um, at soleiðis sum talvan vísir, er dysturin móti Neistanum ein 4-stigs dystur og samstundis tann týdningarmesti dysturin á árinum higartil. Neistin hevur ivaleyst verið tað støðugasta liðið í kappingini í ár, og okkara leikarar mugu rokna við at skula stríðast hart, hart, hart í 60 minuttir. Tí nú skal meira orka brúkast í verjuni. Og konsentrasjónin má samstundis vera neyv, so vit sleppa undan ov nógvum tekniskum feilum.

Tit hava víst, at verjan riggar, tá viljin veruliga er har. Tit hava víst, at tað skjóta spælið glíður, tá menninir flyta seg rætt og sendingarnar koyra sum eftir bókini. Tit hava víst, at tað ber til bæði at skora og at verja borg. Og ikki minst skylda tit at løna Mladen fyri tað stórverk, hann útinti á Skála móti strandingum. Fara vit á vøllin við tí góða spælinum, glóðini, viljanum – og ágangandi verjuni – so geva vit vónandi Neistanum ein skarpan gang.

Eingin, sum orkar at ganga og annars heldur við okkara leikarum, eigur at sita heima, tí vit hava ferð eftir ferð sæð, hvussu nógv tað hevur at siga fyri liðið, at tað fær stuðul frá áskoðarunum.

StÍF-VÍF 35-36

Filip Jojic 15, Julian Olsen 12, Sjúrður Olsen 4, Miki Duko Sørensen 3, Hallur Árason 1 og Andrias Eriksen 1 og Rúni Joensen 1 (Rúni stendur ikki sum málskjútti á dómaraseðlinum, so onkur má lata honum eitt mál burturav, hvør tað er, veit eg ikki).