Okkara røsku kvinnur vunnu stórsigur á Neistanum í Vestmanna mikukvøldið. Fyri tað hava tær stórt rós uppiborið. Sjáldsama tryggar á bóltinum eru tær, finna væl veikleikar í verjuni hjá mótstøðuliðnum og eisini vardu tær væl meginpartin av dystinum. Úrslitið gjørdist 31-22.
Heilt so lætt verður tað neyvan móti VB í Vági sunnudagin. Øll Suðuroyggin stendur saman um VB og vit vita, at tað altíð er trupult at spæla í Vági. Trýstið frá viðhaldsfólkunum í Suðuroy skulu tær nokk saktans klára sjálvar, partvíst í øllum førum. Men tað hevði verið øgiliga gott at havt nøkur góð VÍF viðhaldsfólk í høllini í Vági sunnudagin. Veðrið verður av besta slag sunnudagin, laber bris suður og stilli norðuraftur. Lønin hjá áskoðarunum er ómetaligt nøgdsemi og sálarmetta – og við einum sigri í skjáttuni norðuraftur verður tað ársins túrur. VÍF vann dystin í Vestmanna móti VB við tveimum málum.
Smyril siglir av Havnini klokkan 11 og fer norður aftur stutt eftir dystin.