Tá VB vitjaði í Vestmanna fyri hálvum øðrum mánaða síðani, vunnu vestmannakvinnur ein rímiliga tættan dyst við tveimum málum, 28-26. Stundum var VB frammanfyri og stundum var VÍF á odda, og munurin var sjáldan meira enn eitt mál stóran part av dystinum. Men nakað úti í seinna hálvleiki byrjaðu vestmannakvinnurnar at fáa tak á vágskvinnum. Viljin at vinna lýsti langan veg, og tíðum var spælið so leikandi lætt og kvikt, at tað var ein fragd at síggja.
Spæligleði hevur verið eitt satt vørumerki fyri VÍF-kvinnurnar í ár. Útvarparnir hava júst hetta á munni, hvørja ferð teir siga dystum, har vestmannakvinnur eru við. Sama spæligleði lýsti út gjøgnum telduskíggjarnar í streamaða dystinum úr Vági sunnudagin. Hóast skerdar, fóru tær óræddar á truplasta útivøll í landinum. Og spæligleðin gav úrslit. Tað gerst lættari at spæla við løttum hjarta og smílandi snýði. Har var ongin, sum hekk við høvdinum, ikki eitt sekund. Og takk til teir áskoðarar, sum høvdu valt at ferðast við kvinnunum suður.
VÍF var framman fyri 18-15 í steðginum og vann dystin 33-29, hóast Liljan Djurhuus og Durita Jojic ikki vóru við. Hinar, sum vanliga gera seg galdandi á máltalvuni, sviku ikki og Marianna H. Jacobsen skeyt síni átta mál. Og aðrar tóku ábyrgd í stað teirra burturstaddu. Fleiri bjóðaðu seg fram, men serliga var tað Randi Virgarsdóttir, sum við sínum seks málum ferð eftir ferð tók VB verjuna í vinstru síðu á bóli. Eg havi bara eitt at siga: Randi, meira av hasum!
Tað tykist, sum liðið gerst betri fyri hvønn dyst. Og hetjan í málinum er sjáldsama stinn og hevur verið við til at vinna liðið so langt fram í oddin, sum tað er komið. Nú hóskvøldið er tað Kyndil í høllini á Hálsi. Tað fer ivaleyst at gerast ein harður og tættur dystur, men vit seta álit á tykkara tryggja spæl, eisini nú hópurin verður størri, enn hann var í Vági.
VB-VÍF: 29-33
Marianna H. Jacobsen 8 mál, Randi Virgarsdóttir 6 mál, Heidi Maria Akselsen 6 mál, Agnas Olsen 4 mál, Ingibjørg Olsen 3 mál, Kathe Frederiksen 3 mál, Sarah Bank Bjerg 2 mál og Kristina Griksaite 1 mál.