MUGU IKKI TAPA TVÆR FERÐIR Á RAÐ

Øllum kunnugt hava úrslitini hjá okkara mansliði ikki lagað so soleiðis, sum vit vilja og sum vit hava verið von við seinastu árini. Tað hevur mest sum verið tap og sigur í øðrum hvørjum dysti. Tó so, vit vunnu TEAM Klaksvík og H71 á rað. Men higartil hava vit ikki tapt tveir dystir á rað.

Seinasta dystin taptu vit dyggiliga móti Neistan á heimavølli, og tað neyt fast. At Mladen er skaddur, gjørdi kanska sítt, men vit áttu at skorað fleiri mál, enn vit gjørdu. Neistin hevur verið tað støðugasta liðið higartil í ár, og tí var ósigurin sum so ikki so óvæntaður, men vit vóru vitni til ein fyrra hálvleik, har VÍF-liðið spældi fult upp móti Neistanum. Verjan var betri, enn hon hevur verið í fleiri av undanfarnu dystum og við eitt sindur av hepni í álopinum høvdu vit havt javnleik, tá fyrri hálvleikur var lokin.

Vit mistu tó alt á gólvið í byrjanini av seinna hálvleiki. Tað gjørdist ov tung at vinna seks-máls munin innaftur. Ingi Olsen, venjari, segði tað, sum sigast skuldi eftir dystin: VÍ-arnir vóru ikki nóg neyvir í álopinum. Ov ótolnir, ov bráðir og saman við nøkrum tekniskum feilum vistu øll, hvønn veg tað bar, tá bara einir 5 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.

Nú skulu vit reisa okkum aftur. Viljin at brúka meira orku má vera tilstaðar í dystinum móti Kyndil hóskvøldið. Verður tað stormur uttanfyri, mugu vit eisini skapa storm inni í høllini, tí vit vilja ikki tapa tveir dystir á rað.

Tit leikarar vita, hvat tit kunnu. Kyndlaliðið er til at vinna, eingin ivi um tað, men tað krevur neyvleika og væl skipað spæl bæði í verju og í álopi. Hetta til Mladen er tøkur aftur aftan á skaðan hann fekk á Skála, hevur felagið kallað Isak Olsen, sum stóð í málinum hjá StÍF í fjør, heim til Vestmannar at taka kappingina upp við hinar báðar málverjarnar, og tað kann fara at gera mun. Vit ynskja tykkum góðan dyst.

VÍF-Neistin 28-36

Filip Jojic 8 mál, Bjarti Hansen 6 mál, Julian Olsen 5 mál, Jón Muller 4 mál, Sjúrður 4 mál og Andrias Eriksen 1 mál.

Ingi Olsen, venjari, setir øll segl hóskvøldið