VÍF-KVINNURNAR BESTU ÚRTØKU

Hvonnliðið hjá VÍF hevur higartil staðið seg best í FM-kappingini. Kvinnurnar hava bara tapt 1 stig. Av hinum báðum oddaliðunum hevur VB tapt 3 stig og Kyndil 4 stig. Sunnudagin spældi VÍF móti StÍF og legði 2 stig afturat hugaligu stigatalvuni við einum 27-17 sigri. Støðan var 18-8 í steðginum. Venjararnir hava helst hildið, at óneyðugt er at vinnan við 20 málum og lótu í seinna hálvleiki tær ungu á liðnum sleppa at royna seg. StÍF hevur eitt ungt lið og spældi við longum álopum og ikki nógvari ferð. Tær ungu hjá VÍF hildu fast, hóast tær gjørdu onkrar tekniskar feilir.

Tað góða við einum slíkum dysti er, at so at siga allar koma á máltalvuna. Og nú fleiri dystir eru fyri stavn, er tað gott, at tær royndu kunnu hvíla innímillum, so tær eru klárar til komandi dystir. Samanlagt hevur VÍF eitt rættiliga gott kvinnulið, sum hevur staðið sína roynd í dystum móti Kyndil og VB. Leikararnir duga at finna nógvar kreativar loysnir og har eru nógvir streingir at spæla uppá.

Mikukvøldið spælir VÍF móti Neistanum í Vestmanna. Neistin hevur ikki staðið seg væl í teimum seinastu dystunum, men tað var júst í dystinum í Havn móti Neistanum, at vit mistu tað eina stigið. Tí mugu okkara kvinnur hava allar antennur úti og ikki helma í eitt einasta sekund. Orkuna hava tit, tað vita vit.

StÍF-VÍF 17-27

Kristina Griksaite, Lív Ingdorsdóttir, Tóra Seloy 2, Agnas Olsen 4, Liljan Djurhuus 3, Ingibjørg Olsen 1, Marianna H. Jacobsen 4, Durita C. Jojic 4, Randi Virgarsdóttir 2, Sarah Bank Bjerg 1, Kathe Frederiksen 2, Jórunn Gudmundsen og Heidi Maria Akselsen 4.