31-29 vunnu kollfirðingar móti VÍF fyri viku síðani. Tað var eitt snópið tap, eftir at VÍF í Vestmanna hevði vunnið fyrra fyrsta dystin móti KÍF 31-24. Tungt er at skriva um slíkan dyst og long tíð er farin síðan uppgerðina, so óneyðugt er at fara í smálutir. Ingi Olsen kom sjálvur við dóminum í 3-2 beint eftir dystin, og hann segði tað mesta av tí, sum sigast skuldi. Hatta var alt ov vánaligt – og hann var so frægur, at hann átók sær sín part av úrslitinum. Leikararnir munnu saktans eisini átaka sær sín part av tapinum.
Tað er kanska ov bíligt at leita eftir orsøkum, tí vit mugu koma víðari og hugsa um næsta dyst móti strandingum sunnudagin. Leikskráin í ár er eitt sindur undarlig, og orsøkir kunnu vera til tað, sum eg ikki kenni. Men at spæla og vinna stórt móti toppliðnum og dupultvinnarunum í fjør og so skula bíða í 14 dagar at spæla næsta dyst er saktans ikki so heppið. Eg minnist, hvussu leikararnir fyri trimum árum síðani høvdu hug at spæla næsta dystin móti H71 beinanvegin, eftir at teir høvdu bukað hoyvíkingar av í fyrstu finaluni í Vestmanna. Teir vóru heitir og høvdu ongan hug at kólna.
Størsta orsøkin til at vit taptu í Kollafirði fyri viku síðani mundi vera, at vestmenningar undirmettu KÍF-liðið, sum til tá einki stig hevði fingið. Hví skuldi eitt VÍF-lið, sum hevði vunnið 11 mál móti oddaliðinum, rokna við at tapa móti botnliðinum? Hatta er tað vandamiklasta, sum hendir í høvdinum á leikarum í nærum øllum ítróttagreinum. Eg ivist ikki í, at venjararnir høvdu roynt at seta spælararnar upp móti kollfirðingum. Eg eri samstundis vísur í, at allir leikararnir eitt ella annað stað søgdu við seg sjálvar, at her er einki avgjørt, fyrr enn síðsta bríksl. Men onkra aðrastaðni í huganum er ein onnur rødd, sum kanska ikki hoyrist, men bara er har og sigur, sum Martin Joensen syngur í sanginum: “Tað gongur nokk”.
Tað gekk ikki. Jú, tað gekk eina løtu til støðuna 9-9, tá báðar verjurnar vóru sera passivar og har málmenninir nærum ikki tóku eitt einasta skot. Kollfirðingar fingu munin og vit kláraðu ongantíð at koma longur enn upp á javnt eina ferð í seinna hálvleiki. Tað var serliga í fyrra hálvleiki, at verjan hjá vestmenningum sveik. Tað gjørdist ikki lættari, tá okkara málmaður hesa løtuna ikki hevði ein av sínum bestu døgum. Eydnast tað so ikki tvær og tríggjar ferðir á rað hjá okkum at skora, og KÍF støðugt er á odda við 2-4 málum, fara leikararnir meira enn neyðugt at hyggja upp á máltalvuna. Hetta er eyðsýnt í summum dystum við slíkari gongd, og tá vita vit, sum síggja hvat hendir á vøllinum, hvat klokkan hevur sligið.
Um tað hevði týdning fyri úrslitið, at vøllurin mátti turkast oftari enn eg sjáldan havi upplivað áður í einum hondbólsdysti, veit eg ikki. Men tá VÍF vinnur, er tað upp á sítt skjóta spæl við høgum tempo, og tá ferðin støðugt verður tikin úr dystinum á slíkan hátt, kann tað hava týdning.
Verjan gjørdist eitt vet betri í seinna hálvleiki. Viljin var tilstaðar, og vit komu upp á javnt. Tað skuldi tó vísa seg, at viljin, neyvleikin og frekleikin var størri hjá kollfirðingum. Saman við eini rúgvu av kollfjarðaáskoðarum høvdu teir sett sær fyri at vinna sín fyrsta dystin á árinum. Og tað eydnaðist. Aftaná kunnu vit siga, at vit burdu vunnið, men tá eitt lið vinnur við tveimum málum, hevur tað liðið sigurin uppibornan.
Stigatalvan er ikki so ásýnilig við gulum eygum júst nú. Men her er bara eitt at gera: at taka seg saman aftur. Frá sunnudegnum verður tað ein hørð skrá. Fyrst StÍF á Skála sunnudagin, tríggjar dagar seinni kvølddyst móti Neistinum í Vestmanna, átta dagar seinni kvølddyst móti Kyndil í Havn, lítla viku seinni aftur kvølddyst í Klaksvík, og tríggjar dagar seinni leygardagsdyst í Hoyvík móti H71.
Skal pyntast upp á stigatalvuna, mugu flestu av hesum dystum vinnast. Og eingin verður lættur og eingin má leggja oyra til røddini um “at tað gongur nokk” – her skal øll orkast leggjast í, ikki minst í verjuni.
Kvinnurnar hjá VÍF spæla eisini á Skála móti StÍF sunnudagin. Tí vóna vit, at fleiri leita sær inn á Skála at stuðla okkara leikarum. hj