Menninir hjá VÍF vunnu 31-24 á kollfirðingum í fyrsta dystinum millum liðini í ár. Ivi var so at siga ongantíð um úrslitið. KÍF hevði frammanundan tapt fyrsta dystin á árinum móti Neistanum við tveimum málum, og higartil hevur KÍF einki stig fingið í kappingini. Mikukvøldið 15. november klokkar 20 spælir VÍF móti KÍF í høllini í Kollafirði.
Útgangsstøðið hjá VÍF burdi verið gott, tá vit hugsa um tveir teir seinastu dystirnar móti TEAM Klaksvík og H71. Men VÍF eigur at vísa størsta varsemi. Fyri tað fyrsta er tað sum heild altíð váði at taka sær av løttum, og fyri tað næsta hevði tað verið bart út tápuligt at halda, at VÍF fer at vinna uttan at stríðast sum fyri lívinum. Kollfirðingar eru svangir og eisini haldi eg, at kappingin higartil hevur víst, at øll liðini kunnu vinna og tapa móti øllum.
Tí heita vit á leikarar og venjarar um at hugsavna seg allan mikudagin um, hvussu leikur skal spælast og vinnast. Og sera gott hevði tað verið, um so nógv, sum gjørligt leita sær oman til grannabygdina at eggja okkara spælarum, so tvey stig leggjast afturat talvuni. Tað er neyðugt, um vit ætla okkum at liggja í oddinum.
Mynd: jn.fo