KVINNURNAR VUNNU 34-21 Á STJØRNUNI

Kvinnurnar hjá VÍF vunnu í dag 34-21 á Stjørnuni. Dysturin varð spældur í Klaksvík. VÍF kom fram um beinan vegin og tá 15 minuttir vórðu leiktir, hevði VÍF lagt sjógv millum seg og heimaliðið. Tá 18 minuttir vóru farnir, var støðan 13-7 til VÍF. Hálvleiksstøðan var 16-9, og dysturin var mest sum avgjørdur.

VÍF-kvinnurnar hildu fram við góða spælinum í seinna hálvleiki. Eitt skifti miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Stjørnan einki mál í átta minuttir, meðan VÍF hesa somu løtuna skeyt sjey mál. Tá gjørdist støðan 29-15.

Liljan Djurhuus var toppskjútti hjá VÍF við 10 málum. Durita C. Jojic skeyt 7 mál, Marianna H. Jacobsen 6, Agnas Olsen 5, Randi Virgarsdóttir 3 og Tóra Seloy, Jórunn Gudmundsen og Heidi Maria Akselsen skutu hvør sítt mál.

VB vann sín dyst móti Neistanum í dag, men VÍF liggur fram vegis á odda, hóast VÍF hevur leikt ein dyst færri, enn flestu av hinum liðunum.