SMURDU HOYVÍKINGAR AV

VÍF-H71 menn: 36-25

O det spæl, O tann kvikleiki, O tey skot, og tann verja, O tann málmaður – tá hann var vorðin heitur. Og ikki minst: O tann stríðsvilji. Alt hetta tilsamans gjørdi, at mansliðið hjá VÍF móti endanum kundi dusa sær fram til ein væl untan og uppibornan 11-máls sigur í seinasta dystinum móti H71. Har manglaði bara eitt: Spenningur. Man hann kundu vit saktans leggja til viks hetta kvøldið og ístaðin fylla okkum við sigursrúsi.

H71 hevði ikki tapt í ár, tá teir møttu VÍF í Vestmanna hóskvøldið 2. november. Kvinnurnar høvdu vunnið stórsigur framman undan, og guli dagurin var hálvbjargaður. Spurningurin var nú, um dagurin fór at gerast heilbjargaður ella um VÍF mátti lúta fyri hoyvíkingum, sum vit hava gjørt heldur ofta seinastu tvey árini.

H71 kom á odda og helt støðuna eina løtu við nøkrum málum. Men vit sóu frá byrjan, at neyðugi stríðsviljin hjá okkara monnum var har, og fyri mítt viðkomandi má eg siga, at eg sat púra róligur og hvíldi í njótilsinum av góðum hondbóltsspæli. VÍF kom upp á javnt, H71 hekk í eina løtu, men so fóru vestmenningar at draga frá. Hálvleiksstøðan var tó ikki tryggari enn so, at alt kundi henda í seinna hálvleiki – men sjálvandi bara um vestmenningar ikki høvdu sett sær fyri at prógva, at júst hetta kvøldið ráddu vestmenningar á heimavølli.

Kenslan í búkinum var góð, tá seinni hálvleikur byrjaði. Og tað vísti seg eisini, at tá nakrir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, settu vestmenningar turbuna til, ikki bara í álopinum, men so sanniliga eisini í verjuni og millum stengurnar. Tað kvika spælið riggaði næstan til fulnar, har vóru fáar tekniskar villur, har vóru tær frekastu finturnar, tú kanst hugsa tær í føroyskum hondbólti og har var krossspæl millum vengurnar av fyrsta floks karakteri.

Filip Jojic er ein hondbóltsspælari av Guds náði. Hann skjýtur nokk so nógv, men hann fær nógv mál. Og hansara fótfimu fintur rigga, um hann bara fær ein tumma ov nógv frá mótstøðuliðinum at flyta seg á. Men tað var stuttligt henda dagin at síggja, at spælið riggaði so stak væl sjálvt í teimum løtunum, tá Filip antin var útvístur – tvær ferðir – ella tá hann hvíldi seg á bonkinum. At síggja ferðina og 110 prosents stríðsviljan frá Andriasi, Bjarta og Julian og eisini Agga tær løturnar hann var inni, og at síggja, hvussu skjótt tað gekk í mótálopunum hjá Sjúrða og øllum hinum fimu leikarunum var ein sonn fragd fyri eyga og lekidómur fyri sinni hjá teimum, sum høvdu stúrt fyri gongdini áðrenn dystin.

Tað er so sjáldan neyðugt at lyfta bara ein spælara úr øllum hópinum. Filip er sum oftast toppskjútti og hann hevur eisini, sum ikki einaferð, skotið flest mál í allari kappingini higartil. Men henda dystin haldi eg, at Julian var besti maður á vøllinum. Væl upplagdur osar hann av yvirskoti, tá hann fer fram við verjuni hjá mótstøðuliðinum – og næstan runnin út av vøllinum fær hann vent sær, finnur fyrst holið í verjuni og síðani rætta staðið í málinum. Fantastiskt! Og at hann leiddi og skipaði spælið so væl sum hann gjørdi henda dystin, telur minst líka nógv, sum tey 10 málini, hann skeyt.

Eitt gleðiligt afturat í dystinum móti H71: Okkara góði vinur, sum venjarin Ingi Olsen hevur fingið úr Grønlandi, Miko Duko Sørensen, er rættiliga komin fyri seg. Hann er klókur, sterkur sum ein oksi í verjuni og stendur seg betur og betur á strikuni í álopinum.

Tá teir ungu á bonkinum sluppu inn móti endanum, hildu teir støðuna. Gamaní var H71-liðið nakað skert til henda dystin, men styrkin hjá H71 hevur júst verið breiddin á liðinum, so har var nakað at taka av. At H71 hevði ætlað sær eitt brúkiligt úrslit í Vestmanna hetta kvøldið, sóu vit á venjaranum hjá H71, tá hann tók time out miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Hjartaliga til lukku við sigrinum. Næsti dystur er ikki fyrr enn komandi mikudag kl. 20.00 móti KÍF í Kollafirði. Tann dysturin má fyri alt í verðini ikki undirmetast, tí kollfirðingar eru øgiliga svangir eftir at fáa tey fyrstu stigini. (hj)

VÍF: Filip Jojic 10, Julian Olsen 9, Sjúrður Olsen 7, Miko Duko Sørensen 3, Andrias Eriksen 3, Hallur Arason 1, Agga í Garðastovu 1, Jón Muller 1 og Bjarti Hansen 1.

H71: Leivur Mortensen 6, Rúni V. Højgaard 4, Esbern Patursson 3, Pætur Thomsen 3, Sigmundur Nolsø 2, Andor í Horni Sivertsen 2, Rani Højgård 2, Vilhelm Poulsen 1, Hans Kári Hansen 1 og Sigmundur Dahl 1.