SIGURSRØÐIN HELDUR FRAM

VÍF-H71 kvinnur 40-24

Sigursrøðin hjá VÍF-kvinnunum heldur fram, nú vit eru farin inn í annað umfar av Hvonn-kappingini. Og talan er ikki einans um eina framhaldandi sigursrøð, tí hóskvøldið 2. november var talan um ein veruligan stórsigur móti kvinnunum hjá H71, sum hevur klárað seg væl móti sjálvt teimum sterkaru liðunum í kappingini. Við Mariu Weyhe á odda hevur H71 eitt rímiliga gott lið, nú tær royna seg fyri fyrstu ferð í bestu deildini. Har eru fleiri góðir leikarar, men onkur veik lið eru í ketuni og kanska serliga væntandi royndirnar hjá nøkrum av leikarunum draga eitt vet niður.

Sigurin hjá VÍF var ongantíð í vanda. Tað tók kortini eina løtu at fáa frástøðu í málmuninum, men tá verulig gongd var komin á, vóru vestmannakvinnur ikki til at steðga og drógu frá í stórum lopum. Kvika og trygga spælið, beinu sendingarnar og góða verjan eyðkendu leikgongdina hjá okkara kvinnum. Tað var hugaligt, at Marianna nú eisini slapp at royna seg í høvuðsleiklutinum á miðjuni eina góða løtu. Og tá vit vóru komin nakað út í seinna hálvleik, sluppu tær, sum hava sitið nokk so nógv á beinkinnum, rættiliga eisini at royna seg – og við góðum úrslitum.

Tað var somuleiðis sera dámligt við góðum áskoðarum henda dystin. Eg havi verið til onkrar dystir millum onnur lið í hondbóltskappingini seinastu dagarnar, har stórtsæð tøgn hevur valdað stóran part av dystunum, og vit mugu rósa okkara áskoðarum fyri teirra virkna leiklut í at bera okkara lið til sigurs.

Við sigrinum móti H71 liggur VÍF á odda við 13 stigum fyri sjey dystir. Kyndil og VB leiktu javnt hetta umfarið, og tað passaði okkum fínt. Tað er langt síðani, at tað hevur gingið so væl hjá VÍF-kvinnunum. Sunnudagin klokkan 15.00 spæla kvinnurnar í Klaksvík móti Stjørnuni. Vit mugu ásanna, at VÍF er favorittur til henda dystin, men lat okkum halda tunguna mitt í munninum. Tað ræður um ongantíð at taka nakað fyri givið, og tí mega kvinnurnar vera fult uppsettar eisini til henda dystin.

Málini hjá VÍF: Agnas Olsen 10, Lillian Djurhuus 10 mál, Durita C. Jojic 5, Kathe Frederiksen 4, Heidi Maria Akselsen 4, Marianna H. Jacobsen 3, Randi Virgarsdóttir 2, Sarah Bank Bjerg 1 og Ingibjørg Olsen 1.