Badminton double og mixdouble: Rani 2 gull, Sólfríð silvur og Rói bronsu.

FM 2014 í double og mix-double: Rani vann 2 gull, Sólfríð vann silvur og Rói vann bronsu.

Vikuskiftið 22. og 23. mars var FM í double og mix-double leikt í Badmintonhøllini í Klaksvík.  Av okkara leikarum úr VÍF, var tað Rani/Hans og Rói/Eli og Rani/Adya og Sólfríð /Rógvi, ið komu í endaspælið, og endaði her við at:

Double: Rani/Hans vunnu GULL,

Double: Rói/Eli vunnu BRONSU,

Mix: Rani/Adya vunnu GULL og

Mix: Sólfríð/Rógvi vunnu SILVUR.

Allir okkara spælarar kláraðu seg væl í  bólkaspælinum, og Sára/Annika og Jón/Kristian vóru akkurát ov stutt til at koma víðari í millumspælinum, tó at tey leiktu sera væl.

Tað er fyri okkara yngru leikarar nakað nýtt at spæla double og mix-double, og ein avbjóðing fyri seg, men sum bólkaspæl og sosialt er sera gevandi, og sum við venjing og íðni nokk eisini framyvir gevur úrslit.

Nakrir sera spennandi dystir, og flott klárað tit øll – eisini til øll foreldrini, sum so tolin bíðaðu.

Úrslit og aðrar myndir frá kappingini síggjast á heimasíðuni  www.bsf.fo.

Britta

Hesi vunnu FM-2014 í U11 mix-double:

U11 mixdouble

Bjarnhild og Hans KBF silvur     Adhya HBF og Rani VÍF gull     Leivur og Malena KBF bronsu

Hesir vunnu FM-2014 í U11 double dreingir:

U11 double dreingir

Marjus og Eiler MBF silvur       Rani VÍF og Hans KBF gull          Rói VÍF og Eli KBF    bronsu

Hesi vunnu FM-2014 í U17 mix-double:

U17 mix double

Dann MBF og Sólfríð VÍF silvur        Kristina HBF og Rani KBF gull     Dann og Ása MBF bronsu