Gentur 10 vunnu silvur
Gentur 10 vunnu silvur í høllini í Kollafirði hóshvøldið 3. apríl. Tær hava verið framúrskarandi alt kappingarárið. Tað sá eisini ljóst út fyri einum gullheiðursplássi, eftir at tær høvdu fingið 32 stig í 17 dystum. Men gentuliðið hjá H71 hevur somuleiðis pressað á alla kappingina og tá seinasti dysturin varð leiktur, vóru liðini púra jøvn, so neyðugt var við umdysti. Hesin umdysturin var í Kollafirði hóskvøldið 3. apríl. Tíverri fyri okkara gentur fingu tær ikki rættiliga fatur á tí spælinum, sum tær hava víst í øllum hinum dystunum. Hoyvíksgenturnar spentu seg út og vóru neyvari í skotunum og vunnu dystin 12-6. Bæði liðini eiga stórt rós fyri sera gott og djarvt spæl og lítil ivi man vera um, at kappingin aftur næsta ár fer at standa millum hesi feløgini. Tillukku við silvurheiðursmerkjunum !