VÍF kann avgera FM í Vestmanna
VÍF eigur at vinna dystin móti H71 í Vestmanna leygardagin. Tað hava fleiri viðmerkjarar sagt, eftir at VÍF tók fyrsta stikkið í Hoyvíkshøllini mikukvøldið. Tá spældi VÍF ikki upp til sítt besta, samstundis sum hoyvíkingar vóru grammir og kvikir. Tí skulu hoyvíkingar í morgin spæla betri, enn teir gjørdu mikukvøldið, samstundis sum vestmenningar skuldu spæla …

