Tíðindi

Coca Cola Finalur

Í samband við steypafinalurnar hjá teimum yngru deildunum í hondbólti, skipar Hondbóltsamband Føroya fyri at dystirnir verða vístir beinleiðis á heimasíðu teirra. Dystirnir vera also “stream’aðir” á heimasíðuni hjá Hondbóltsamband Føroya. Hetta skal tó ikki halda fólki aftur í at fara í høllina sum áskoðari. Tað er ikki frítt at tað verður spennandi at síggja …

Coca Cola Finalur Read More »

Innkrevjing av Limagjaldi felagsins !

VÌF hevur tann 1. Februar sent út rykkjara til allar limir í ikki hava goldið sítt limagjald. Vit fara at heita á tykkum um at fáa goldið útistandandi gjaldið sum skjótast. Limagjaldið hjá VÌF er ein partur av inntøkum felagsins og er harvið ógvuliga tíðandi fyri raksturin hjá felagnum. Vinarliga Heilsan Starvsnevndin

Bátastevnan 2011 – í tveir dagar

Fríggjadagin 20. og leygardagin 21. mai verður árliga Bátastevnan í Vestmanna. Fyri 10. ferð verður skipað fyri Bátastevnu í Vestmanna. Hesuferð verður stevnan hildin tveir fylgjandi dagar, fríggjadagin 20. og leygardagin 21. mai. Kunning um bílegging av bátaplássum og plássum til húsvognar, umframt keyp av atgongumerkjum, verður lagt út á heimasíðuni www.vif.fo

Tveittu sigurin burtur

Kyndil – VÍF 27-27 (11-19) Eins og í fyrra dystinum móti Kyndli í Havn, so tveittu okkara menn ein sigur burtur. Tá ið Sámal skoraði beinleiðis upp á tríggjarmeturkast seinast í fyrra hálvleiki til støðuna 19-11, var lítið, sum bendi á, at nakar spenningur kundi koma aftur í hendan dystin. Kyndil minkaði eitt sindur um …

Tveittu sigurin burtur Read More »

Gentir 10 í steypafinaluni!

Gentir 10 spældu seg leygardagin í steypafinaluna, ið verður komandi leygardag 12 februar. Tær spældu fyrsta dyst ímóti Kyndli. Hesin dystur bleiv vunnin 4-1. Næsti dystur ímóti Stíf bleiv vunnin 5-3. Síðani bleiv farið til hálvfinalurnar. Her var Stjørnan mótstøðuliðið. Hesin dysturin bleiv sera spennandi. Hann endaði javnt, men eftir longda leiktíð vunnu okkara gentir …

Gentir 10 í steypafinaluni! Read More »