Drógu longra stráðið

Tað var lagt upp til ein spennandi dyst í høllini í dag. H71 lág einans eitt stig aftan fyri okkum, og tískil var dysturin avgerðandi, um at halda fast um triðja plássið í deildini. Taparin endaði á 5 plássi.

VÍF legði bragliga fyri. Løgdu seg framum 2-0 beinanvegin. H71 svaraði beinanvegin aftur og kom á odda 3-2. Eftir hetta komu vit inn aftur í dystin, og lótu ongantíð H71 koma framum aftur.

Dysturin gekk annars javnt á allan vegin ígjøgnum. Vit vóru fyri tað mesta omaná, men ein fekk ongantíð eina ábending, um hvønn veg dysturin fór. Móti endanum fingu H71 nakrar útvísingar, ið vit straffaðu. Hetta gjørdi, at vit avgjørdu dystin, og harvið drógu longra stráðið.

Hjá Hoyvíkingum var tað serliga Bogdan Florea, ið var ein støðug hóttan. Hann skeyt 11 mál.

Hjá VÍF var Sámal Joensen ikki við vegna skaða. Bjarti Hansen hevði leikbann. Tískil kundi ein roknað við einum stirvnum álopsspæli. Hetta sóu vit tó ikki nógv til. Magnus Muller spældi á bakkinum fyri Sámal, og hetta kom hann sera væl frá. Andrias Eriksen spældi fyri Bjarta. Hann spældi eisini væl. Annars var hetta ein góður liðinnsatsur, har tað lýsti út av hvørjum manni, at sigurin skuldi koyrast í hús. Gott liðavrik við einum góðum málmann sum aftasta skansa.

Málskjúttar VÍF: Magnus 8, Joen Pauli 7, Rúni 5, Andrias 4, Áki G 4, Holgar 2

Málskjúttar H71: Bogdan 11, Dánjal 7, Poul Kjartan 3, Ári 2, Hans Kári 2, Sigmundur 2, Esbern 1