Hvonn Open 2011

12. og 13. mars í Badmintonhøllini í Havn

HBF og BSF bjóða hervið til 5. og seinasta umfarið av Grand Prix kappingini hetta kappingarárið. Leygardagin 12. mars leika U-11, U-13 og U15, meðan U-17, U19 og vaksin, leika sunnudagin 13. mars. Í øllum aldursbólkum verður spælt um heiðursmerki, sum hvonn hevur latið.

Leikarar hjá VÍF kunnu melda til kappingina, við at senda teldupost til: vif1939@live.com, við navni og føðingardegi á spælara. Seinasta freist at melda til kappingina er sunnudagin 6. mars 2011. Hósdagin 10. mars verður tíðarætlan at síggja á: WWW.bsf.fo , nær hvør leikari skal spæla.

Kostnaðurin fyri kappingina, sum er kr. 50,- fyri hvønn leikara í U-11, U-13 og U-15 og kr. 80,- fyri hvønn leikara í U-17, U-19 og vaksnum, skal gjaldast í høllini kappingardagin.

5 føroyskir ungdómsbadmintonleikarar luttóku í januar í ár í Reykjavík International Games 2011. Leikararnir stóðu seg sera væl, og komu teir allir fimm heim aftur við gull og/ella silvur heiðursmerkjum. Úr VÍF luttók Bartal Poulsen.