Hondbóltur í vikuskiftinum

Hetta vikuskifti hevur VÍF heimavøll. VÍF kvinnunar í Sunset deilduni møta Tjaldur og í Atlantic Airways deilduni møtir VÍF liðinum úr Hoyvík, H71.

VÍF kvinnunar liggja sum er, á einum sætta plássið, Tjaldur liggur á øðrum plássið og berjist fyri einum plássið í finaluni. Seinast liðini møttust í Vestmanna vann Tjaldur við 8 málum. VÍF liðið vil gjarna bøta um tað úrslitið og fara tær at gera sítt til, at vit kunnu fáa ein spennandi dyst sunnudagin. Hvør veit um VÍF ikki kann gerða sær dalt av, at Tjaldur hevði eina strævna steypafinalu seinasta vikuskiftið.

Dysturin í Sunset deilduni byrjar Sunnudagin 20.02.2011 kl 14:30.

VÍF menninir í Atlantic Airways deilduni møta H71 úr Hoyvík og skuldi hetta lagt upp til ein spennandi dyst. Seinast liðini møttust í Vestmanna vann H71 við 7 málum, hetta var í novembur mánaði 2010. Nógv vatn er runnið í ánna síðani tá og hava liðuni havt misjøvn úrslit í seinastuni.  H71 tapti fyri Team Klaksvík, men vann á KÍF. VÌF hevði tríggjar dystir ímótið Neistanum, har teir taptu allar, men um heldi var við teimum, so kundu teir vunni onkran av teimum. Seinasta umfar møtti VÍF Kyndli í Havn og fingu teir javnleik

VÍF hevur enn møguleikan at koma í finaluna og spæla teir fyri møguleikanum.

Dysturin hjá Atlantic Airways byrjar kl 16:00

VÍF hevur brúk fyri, at lið okkara verða stuðla við so nógvum áskoðaraum sum møguligt, soleiðis at karmanir rundanum dystin eru so góðir sum gjørligt. Hettar stimbrar okkara lið og gevur spælaranum áræðið og dirvi.

KOMIÐ ØLL SOMUL TIL DYST SUNNUDAGIN 20.02.2011 KL 14:30.

VÍF HEITA Á TYKKUM UM AT HAVA GULU TROYGGJUNAR VIÐ OG TAÐ GÓÐA LAGI

GÓÐAN DYST