Ein fyrimynd fyri ungdómin, tillukku Torstein

Leygardagin 7. Januar 2012 luttók Torstein Paulason Brattaberg, vegna VÍF kappróður, í Nordic Indoor Open í Århus. Hetta var norðurlandameistarakapping í inniróðri. Kári Djurhuus Brattaberg var við Torsteini sum venjari hansara.

Torstein luttók í tveimum kappingum, løb nr. 106 drenge/junior B 15-16 år 2000 m, har hann gjørdist nummar 1 við tíðini 6.37.6 min, nummar 2 hevði tíðina 6.46.3 min. Torstein luttók eisini í løb nr. 144 drenge/junior 15-16 år sprint, har hann gjørdist nummar 3 við tíðini 34.06 sek., har nummar 1 hevði tíðina 33.24 sek. Kappingin varð streama á netinum.

Komandi leygardag tann 14. Januar 2012 , kl. 14.00 skipar Róðrarsamband Føroya fyri úttøkukapping til HM í inniróðri ið verður hildin í Boston, USA 19. Februar 2012. Ætlanin er at senda 6 rógvarar avstað. Torstein og Kári hava hava melda til hesa kapping við eini rættiliga góðari tíð á 2000 m., 6.36.7 min. So spennandi verður at vita um Torstein sleppur við. Henda úttøkukapping verður í neystinum hjá Knørri við saltsøluna í Havn.

Leygardagin 28. januar 2012 luttekur Torstein í kappingini Danske Mesterskaber og Fit For Rowing 2012, ið verður hildin í Gladsaxe. Kári fer við Torstein til hesa kapping. Torstein luttekur í tveimum kappingum, løb 214 Junior drenge årgang 1996 2000 m., og løb 606 Junior B sprint, 200 m.,  drenge årgang 1996-1997. Væntandi verður hendan kapping streama á netinum.

Torstein vann DM  2011 í inniróðri í sínum aldursbólki  á 2000 m. teininum, hann hevði tíðina 6.53.5, har nummar 2 hevði tíðina 7.11.7, Torstein luttók eisini í 200 m sprint í 2011, har hann bleiv nummar 3 við tíðini 33.48, nummar 1 hevði tíðina 31.12.

FM í inniróðri verður væntandi eisini hildi í ár, enn er ikki greitt nær og hvar. Torstein luttók í FM í 2011, har hann vann 2000 m teinin við tíðini 6.46.9, nummar 2 hevði tíðina 6.55.2, á 200 m. sprint teininum gjørdist Torstein nummar 3.

 

Torstein hevur vant sera nógv og sigast má, at umstøðurnar eru góðar í tí nýggja neystinum í Vestmanna

Hesar báðar Danmarkarferðinar eru stuðlar av Vestpack, Magn, Sportmaster, LÍV og Vestmanna Kommunu.