AA: VÍF – Kyndil 25 – 22.

AA:  VÍF – Kyndil  25 – 22.

Undarligt av stíga av songini í morgun, og stinga snútan út um úthurðina. Ongin vindur, onki regn. Helt hettar verða ein dreym, og trilvaði eftir koddanum fyri at venda mær á hina liðina; men fann  ikki koddan, og ásannaði at bæði vindur og regn høvdu forsovið seg í morgun. Hugdi uppá hundin, hann smíltist, og vit samdust báðir  um at fara ein langan gongutúr, áðrenn leiðin gekk á kirkjudyr um middagsleiti.

Sjálvsomu fyribrigdini vóru ikki av. Fekk óvæntaða vitjan av vinmanni, sum hevði á orði hvussu høgt eitt av trøðunum i garðinum varð blivið. Helt fyri, at tað segði meira um, nær hann hevði verið á gátt seinast, enn um hæddina á træðnum

Leiðin gekk so í Høllina. Beit merkið í eina smílandi Høll, smíltið stóðst av, at kvinnurnar í stórum stíli høvdu bankað Kyndlakvinnurnar við ikki minni enn 29 – 20. Flott, og hjartaliga tillukku við tí.

Mansdysturin ídag hevði eisini síni ser-fyribrigdir. Helst besti leikari í føroyskum hondbólti ígjøgnum tíðirnar – Ingi Olsen – leikti sín seinata heimadyst, nú hann hevur avgjørt at leggja sína leikarakarrieru á ís – og trína á tann grønlenska innlands ísin. Áðrenn dysturin varð settur í gongd, bar formaður felagsins eina takkarkvøvu til Inga, eins og mótstøðu liðið eisini handaði Inga eina heilsan. Ein virðilig og fult uppiborðin heiður.

Dysturin varð síðan settur í gongd, og skuldi tað vísa seg at hátíðarløtan fyri Inga helst hevði sett seg fastari í VÍF-liði enn gott var. Kyndil legði seg á odda 0-2 og 3-7 tá 8 min. vórðu leiktir. Verjan hjá heimaliðnum var heldur trilvandi, og varð Eli tí fer eftir fer “seldur”, tá Kyndla leikarnir sendu bóltin móti málinum. Tá korterið var fari, og Kyndil hevði økt leiðsluna til 4-10 tók Dia TimeOut. Hettar gav tó ikki neyðugu effektina. Álopsspæli var framhaldandi ov ineffektivt og eftir 25 minuttum hevði Kyndil lagt seg á odda 7-14. Stóð hesa løtuna og royndi at finna onkra umbering fyri ikki at skriva dystarfrásøgn. VÍF legði nú eina meira offensiva vejru – eina at kalla 3-3 verju, og vann næstu 5 minuttirnar við 4-1, til hálvleiksstøðuna 11-15.

Enn eitt sjálvsamt fyribrigdi – VÍF aftrurút í hálvleikinum! Orðaskifti í steðginum gekk uppá, um hettar so kundi verða tekin um ein seinna hálvleik, har okkara leikarar vendu “myttuni”, og settu skápið har teir mettur tað skuldi standa. Somuleiðis frættist úr Havn, at KÍF var á odda 13-10 móti Neistanum. Tapti Neistin, samstundis sum okkara skuldu vunnið,kundu okkara leggja seg á tað gylta 2. Plássi.

Seinni hálvleikur byrjaði eins og fyrri endaði., við eini offensivari 3-3 verjuformatión. Okkara leikarar tóktust tendraðir, og søgan hevur so mangan víst at hesi lið altíð geva áskoðarunum høgan puls. Men “Kyndilin” logaði framhaldandi, og eftir 8 minuttir høvdu teir framhaldandi eina 4-máls leiðslu – 13-17. So kemur ein góð løta hjá okkara monnum, sum næstu 5 minuttirnar fáa 4 mál á rað, og leggja seg uppá 16-17, So dragnar aftur, og Kyndil fer uppá 18-22, og tað resta “bert” 10 minuttir í dystarlok. Uggi meg tó við at hava funni umberingina fyri ikki at tendra telduna í kvøld… .

Beint áðrenn hesa støðu hevur VÍF gjørt eitt skifti, sum skuldi vísa seg at verða ein reinur “Jackpot”. Magnus á Rógvu kemur av bonkinum, so Ingi kann fara á bonkin eina løtu og fáa sær eitt sindur av luft, áðrenn hann skal leika sínar seinatu minuttir av dystinum. Magnus heldur Miroslav úti av álopsspælinum, og í hinum endanum stýrir hann álopsspælinum, umframt at han sendir nøkur dundurskot – 6 íalt – harav tey 5 sita trygt í Kyndlamálinum. Næstu 10 minuttirnar vinna okkara við 7-0, til endaligu støðuna 25 – 22 – puha for en afslutning.

Aftur ídag upplivdu okkara leikarar ein larmandi uppbakning frá sínum áskoðarunum tá á stóð. Hugaligt, og sera umráðandi. Okkara uppgáva er at halda fast í hesa gongd, og gera okkara til at hjálpa liðnum. Beint nú eru vit á finaluplássið, og tí kann sigast, “at vit sjálvir avgera, um finaluplássiðskal verða okkara ella ei”. Veit væl, at enn er langt á mál, men aftur ídag vórðu góðar taktir at síggja. Kyndlavenjararnir høvdu í hálvleikinum ávara sítt lið um, at VÍF altíð leikar ein góðan hálvleik. Rætt fingu teir. Og skuldu okkara funni uppá at leikt 1½ til 2 góðar hálvleikir, hvat so ??

Bæði kvinnur og menn góvu ídag Inga eina virðilig tøkk fyri hansara sera stóra leiklut í felagnum. Kunnu bert gleða okkum til hann kemur heim aftur, við vón um at hann tá tekur sín aktiva leiklut í felagnum uppaftur, um ikki sum leikari, so sum venjari, og “drivari” í síni heild. Kundi hent, at grønlenskur hondbóltur fær gagn av hansara hondbóltsvitan, livst so spyrst.

Fari at enda við orðunum sum felagið gav Inga við á vegnum:

Ingi Olsen

Títt áræði, dugni og lyndi er vorið dyggur stuðul fyri felagið.

Við tøkk

VÍF