Við einum góðum liðavriki eydnaðist tað VÍF kvinnunum at vinna sannførandi í landskappingardystinum móti Kyndli á heimavølli í Vestmanna í dag. Verjan koyrdi heilt væl og í álopspartinum lág væl fyri við málskjótingini, har tað serliga vóru Liljan og Agnas, sum settu dagsskránna. Higartil í hesum kappingarárinum hava okkara kvinnur spælt ein javnleik, tapt ein dyst og nú vunnu tær so ein móti Kyndli.
VÍF legði seg á odda frá byrjan. Tá ið 10 minuttir vóru leiktir var støðan 7-3 til VÍF. Men um miðjan fyrra hálvleik javnaði Kyndil til 7-7. Men so fór VÍF aftur frá Kyndli og vóru á odda við 2-3 málum restina av fyrra hálvleiki. Hálvleikstøðan var 15-12 til VÍF.
Í seinna hálvleikti øktu VÍF kvinnurnar støðugt um leiðsluna fyrst við 4-5 málum, og so til endan slógu tær sigurin fastan við 9 málum.
Hugaligt at nýggir ungir leikarar sleppa at royna seg í bestu deildini. Í dag var Annika Patti millum leikararnar á VÍF liðnum, og hon skoraði eisini eitt flott mál.
Málskjúttar:
VÍF: Liljan Djurhuus 9, Agnas Olsen 8, Annika Poulsen 3, Jóhanna Gunlaugsdóttir 3, Kristina í Dávastovu 2, Elisa Leo 2, Tóra Seloy 1 og Annika Patti 1.
Kyndil: Ásleyg Súnadóttir 5, Anja Heinadóttir 4, Guðrið G. Eystberg 3, Anna Brimnes 3, Birita Mortansdóttir 2, Turid Arge 2, Jórun S. Ludvig 1.
Næsti dystur hjá VÍF í Sunset deildini verður á Skála mikukvøldið 18. januar móti StÍF.