Leygardagin 14.01.2012 var úttøkukappingin til HM í Boston hildin í hølunum úti á Bacalao hjá Knørra felagnum í Havn. Karmarnir vóru einki at reypa av, serliga tá hugsa verður um hvussu góðir karmar vit hava her í Vestmanna. Sigast má, at hendan úttøku kapping var eitt sindur kaotisk, og ikki serliga væl fyriskipa. Eingin stórskermur, so fylgjast kundi við, eingin frásøgumaður, og eingin upplýsing um, hvørjar kravtíðinar vóru til einstaka luttakaran. Ikki var tikið hædd fyri, at áskoðarar vóru komnir til hesa úttøkukapping, og ikki so mikið sum eina vatnfløsku til innirógvararnir høvdu fyriskipararnir syrgt fyri.
Hetta kunnu tit gera betur eina aðru ferð RSF, hetta kundi verið ein rættiliga góð løta, um tað var betur fyriskipa.
Undan kappingini hevði RSF sett eina kravtíð á, sum svaraði til at rógvarin skuldi rógva seg millum 25 teir fremstu sambært tíðunum til seinasta HM.
Rógvararnir, ið kvalifiseraðu seg til kappingina, gjørdust hesir:
Sverri Sandberg Nielsen við tíðini 6.02.2 U23
Hallur Nattestad við tíðini 6.47.0 Junior Men Light
Dánjal Martin Hofgaard við tíðini 6.19.3 U23 Light
Annetta C. Eidesgaard við tíðini 7.14.3 U23
Sarita Kristina Hansen við tíðini 7.43.6 Open Women Light
Jógvan Sofus Vilhelmsen við tíðini 6.20.5 Master 30-39 Heavy
Øssur Hansen við tíðini 6.52.8 Master 30-39 Light
Tey sleppa tískil til HM í Boston 19. februar Ferðaleiðarar á túrinum verða Martin Simonsen og Paula Eikhólm.
Torstein hevði eina kravtíð uppá 6.33.5 min, og hann róði tíðina 6.33.8, tvs. hann var 3/100 partar av einum sekundi frá at kvalifiserað seg til kappingina Junior Men. Hetta er tó persónligt met hjá Torstein, og 4 sekund betur enn hann róði til Nordic Indoor Open í Århus vikuna frammanundan, sera flott! Og sum tit síggja, so róði hann betur enn fleiri av teim, ið sleppa við til Boston.
Torstein er tó so ungur enn, at hann nokk fær møguleikan aftur.
Næsta kapping hjá Torstein er DM í Gladsaxe 28.01.2012, og venur hann nú fram til hetta.
Vit ynskja teimum ið vórðu úttikin til HM hjartaliga tillukku og góða eyðnu við kappingini.