Sunset 18. januar: StÍF-VÍF 19-24

 

VÍF kvinnurnar vunnu tryggan sigur á Skála í kvøld í útsetta landskappingardystinum móti StÍF. StÍF kom betur frá byrjan og var eitt skifti á odda 5-2. Men so tók dysturin aðra vend, og í hálvleikinum var VÍF á odda 12-6.

 

Endaliga úrslitið var, at VÍF vann við 24 málum móti 19.

 

Á stigatalvuni hevur VÍF nú hálað seg upp á eitt fjórða pláss við 12 stigum, eitt stig frammanfyri Kyndil, sum tó hevur spælt ein dyst færri enn VÍF.

 Málskjúttar:

VÍF: Elisa Leo 8, Liljan Djurhuus 7, Agnas Olsen 3, Tóra Seloy 2, Annika Poulsen 1, Jóhanna Gunnlaugsdóttir 1, Halla Durhuus 1 og Linda davidsen 1

StÍF: Fríðrún Danielsen 8, Irena Dam 6, Oddrún Danielsen 2, Birna Tummasardóttir 1, Birita Poulsen 1 og Johanna í Króki 1.

Næsti dystur hjá VÍF í Sunset deildini verður hin 28. januar í Klaksvík móti Stjørnuni.