Greiður sigur til VÍF kvinnurnar

Nú bragdaði rættuliga hjá VÍF kvinnunum. Við sera góðum verjuspæli og harvið eisini málmansspæli fekk StÍF bara 16 mál
ígjøgnum hjá Viviann í dag. Tá VÍF so skoraði 27 ferðir í hinum endanum var sigurin vísur og fult uppiborðin.

Liðini byrjaðu javnt og skiftust um at skora hjá hvørjum øðrum. Hjá VÍF vóru ymiskir málskjúttar, meðan StÍF næstan bara hevði Rebekku at
líta á fyrstu løtuna. Umleið miðjan fyrra hálvleik fór VÍF nakað væl fram um, og øktu leiðsluna heilt upp í seks mál. Men so gjørdi StÍF ein vørr og minkaðu um munin niður í trý mál.

Hálvleikstøðan var 10-7 til VÍF.

Í seinna hálvleiki var ongantíð nakar ivi. VÍF legði bragdliga fyri og hevði yvirvág frá byrjan til enda. Tær spældu skótt og trygt í
álopsspælinum og  øktu støðugt um leiðsluna. Allar VÍF kvinnurnar sýndu góðan hugburð og rættan stríðsanda. Tær
skiftust um at skjóta mál og við sera væl skipaðum verjuspæli koyrdu tær sigurin heim.  Samanumtikið eitt gott liðavrik.

Hugaligt at síggja tveir nýggjar ungar leikarar í Sunset deildini í dag, tá Kristina í Dávastovu og Gurið Poulsen komu á vøllin at royna
seg. Eisini kom Ragnhild á Heygum inn í máli og bjargaði einum brotskasti frá StÍF.

Næsti dystur verður í Runavík týsdagin 1. november móti Tjaldur.

 Málskjúttar: VÍF: Liljan Djurhuus 6, Torgunn Johansen 5,  Agnas Olsen 4, Elisa Leo 4,
Linda Davidsen 4, Tóra Seloy 2, Halldis Johansen 1 og Halla Durhuus1

StÍF: Rebekka Justinusen 9, Fríðrún Danielsen 3, Oddrún Danielsen 1,
Birna T. Johannesen 1, Marian L. Petersen 1, og Jóhanna í Króki 1.