AA: VÍF – StÍF 21-26 (9-9)

 

AA: VÍF – StÍF 21-26 (9-9). VÍF var favorittur undan mansdysturin móti StÍF sunnudagin, og tað byrjaði eisini, sum tað skuldi. VÍF streyk avstað og førdi skjótt 4-1. Spælið gekk skjótt hesar fyrstu minuttirnar, og skotini sótu væl. Jú, tað sá út til at fara at gerast tann sigurin, ið var væntaður frá okkara monnum hendan dystin.

Men skjótt kom stígur í. Vestmenningar skutu nøkur skot beint á Mariann í málinum hjá StÍF, og so var ein av bestu málmonnunum í føroyskum
manshondbólti gjøgnum tíðirnar heitur. Restina av dystinum stóð hann ein brand dyst, og var sum so mangan fyrr ein marra fyri okkara menn.

Liðini fylgdust fram til hálvleiks, og nú hildu tey flestu, at VÍF mundi far at skifta gir, og renna frá strandingum. Men so var ikki.
Álopsspælið hjá VÍF kom ongantíð veruliga í gongd hendan dystin. Tað var snøgt sagt og lítil ferð á og ov lítið veiggj í spælinum.

Skjótálopini mundu kunna teljast á einari hond. Tær nógvu útskiftingarnar millum verju og álop, gjørdi eisini sítt til, at tað ongantíð
kom gongd á skjótálopini, sum seinni mongu árini hava verið eitt av okkara sterkastu vápnum.

Heldur ikki grundleggjandi álopsspælið koyrdi hendan dystin. Bert nakrar fáar sendingar sína millum, so bjóðaði onkur leikari av sjálvur
uttan stórvegis uppspæl, og ofta var lætt hjá Marian at taka skotini.

Liðini fylgdust fram miðjan seinna hálvleiki, tá ið støðan var 15-15. Fá mál má sigast av einum mansdysti at vera. Verjan var eisini í lagi
meginpartin av dystinum. Men seinasta korterið fór eisini at bila í verjupartinum, og ofta var lætt hjá StÍF at koma til skot. Málmenninir Eli og
Tummas fingu so ikki nógva hjálp frá verjuni seinasta partin av dystinum.

Serliga vinstra síða í verjuni var øðiliga passiv, og slapp frálíki lámurin á vinstra bakki hjá strandingum, Jóannes Prestá, nærum at gera,
sum honum lysti. Hann javnaði til 15-15, og sendi eisini fimm ferðir afturat bóltin í málið, tað í eftir var av dystinum. Endin varð, at StÍF uppiborið vann 26-21.

Eftir góða sigurin í Kollafirði seinasta dyst, komu okkara bestu menn veruliga niður á jørðina aftur. VÍF telist tó framvegis millum
favorittarnar at koma í finaluna. Men um tann dreymurin skal gerast veruleiki, so mugu okkara leikarar taka annað skinn um bak.

Málskjúttar: VÍF: Agnar Joensen 3, Áki G. Olsen 3, Joen Pauli Høgnesen 3, Ingi Olsen 2, Magnus Müller
2, Regin Joensen 2, Bjarti Hansen 2, Magnus á Rógvi 1, Bárður Brimvík 1, Rúni Fossdal 1, Andrias Eriksen 1.

StÍF: Jóannes Prestá 9, Leivur Justinussen 5, Marius Joensen 5, Alexandur Johansen 2, Jørmund Joensen 2, Jógvan Berg 1, Steinar Prestá 1,
Høgni Jensen 1,