Neistin var klárt betra liðið í dagsins dysti í Sunset deildini í Vestmanna.
Serliga eyðsýndar vóru tær tríggjar Jacklin Durhuus, sum skoraði í fleiri skjótálopum, Barbara Brauer við sínum hørðu skotum úti frá og Birita Wardum á strikuni. Álopsspælið hjá VÍF var sum heild í lagi meginpartin av dystinum. Tær skoraðu hóast alt 25 mál móti sterka og rutineraða neistaliðnum. Kortini kundu okkara leikarar verið neyvari í fleiri av álopunum, tí Neistin fekk fleiri lættar bóltar, sum í skjótálopum blivu
“umsettir” til mál. Í verjupartinum kláraðu VÍF kvinnurnar ikki nóg væl at standa ímóti skjótu og kropsliga sterku neistakvinnunum.
Neistin leyp avstað frá dystarbyrjan og kom á odda 5-1. Krútsterku neistakvinnurnar nærmast spákaðu gjøgnum opnu VÍF verjuna fyrstu
løtuna av dystinum. Men VÍF beit so frá sær eina løtu, og tá umleið 15 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki var støðan 11-9 til Neistan. Men so gjørdi VÍF eina røð av persónligum mistøkum, sum Neistin revsaði við at skora aftaná hvørt mistak. Løtu seinni var støðan 18-9 til Neistan. Hálvleiksstøðan var 22-14 til Neistan. Beint áðrenn hálvleik varð Simona hjá VÍF borin av vøllinum við skaða. Vónandi er skaðin ikki so
álvarsligur. Hóast VÍF kvinnurnar royndu tað tær vóru mentar, so økti Neistin støðugt um leiðsluna í seinna hálvleiki. Serliga vóru tað skjótálopini hjá Neistanum, sum góvu teimum nógv mál, og spælið inn á strikuna riggaði eisini væl. Tá Barbara Brauer var mansvard eitt tíðarskeið í seinna hálvleiki minkaði munurin nakað aftur, men so royndu hinar at fáa tríggjarmeturkast. Hetta eydnaðist, og so skoraði Barbara Brauer aftur við sínum brandskotum eftir tríggjarmeturkast.
Samanumtikið var avrikið hjá VÍF-kvinnunum í lakara lagi í dag. Men við meiri neyvleika í álopunum og kontantari verjuspæli kunnu okkara kvinnur saktans bíta frá sær, og enntá geva Neistanum ein skarpan gang eina aðru ferð.
Málskjúttar:
VÍF: Liljan Djurhuus 9, Elisa Leo 5, Agnas Olsen 3, Simona Iacob 3, Torgunn Johanen 2, Annika Poulsen 1, Halldis Johansen 1 og Marita á
Rógvu 1
Neistin: Barbara Brauer 9, Birita Wardum 9, Jacklin Durhuus 9, Bára Hansen 6, Nicoleta R. Hansen 3, Annika Thomsen 2, Daniella Joensen 1 og Rúna Wardum 1.