H71 – VÍF: 28 – 24

Veljarin hevur peika á eina borgarliga samgongu, politiska skipanin tykist hava tikið hettar val til eftirtektar, tó at onkur polittikarin følir seg yvirsæddan, nú teir prestigu-fyltu landsstýrissessirnir eru/verða býttir. Samgongusamráðingarnar hava næstan verið skolaðar fyri ósemjur, so vátt sum veðurlagið hevur verið seinastu tíðina. Tí tykist sum um eisini hægi maktir viðurkenna nýggju samgonguna, nú hesin vakri heystardagurin upprann, enntá við eini størri grind í pottinum í Funningsfirði.

Hoyvíkingar høvdu latið dyrnar upp til dyst millum bestu mansliðini hjá feløgunum. Snotuligt dystarblað var stungið í hondina, har m.a. tvær forvitnisligar greinar eru at lesa, greinar sum helst skulu lesast meira enn eina ferð, fyri at skilja allan samanhangin – áhugavert og forvitnisligt.

Hoyvíkingar løgdu seg á odda, men løtu seinni javnaðu Vestmenningar, og eftir 3 min. løgdu teir seg á odda, ein støða sum teir hildu ígjøgnum allan fyrra hálvleik, avbrotin av onkrum ávegis javnleiki. Eftir 10 min. stóð 5-5, eftir 15 min. 7-9 og 20 min. 9-11. Í 20. min. fekk H71-leikari beinleiðis reytt fyri hættisliga tackling av Bjarta Hansen í fríari støðu. Eftir 25 min. stóð 10-12. Tá 29 min. vórðu leiktir hevði VÍF eina 4 máls leiðslu, sum H71 tó fekk minkað til 14-17, tá fari varð  til hálvleiks. Ein javnur fyrri hálvleikur var at enda komin; VÍF hevði takið, men stríðsviljin hjá hoyvíkingum var ikki at ”kimsa” at. Hugaligt var at síggja ”gomlu” H71-kempuna Hallgir Dahl Olesen koma á vøllin í seinnu hálvu av fyrra hálvleiki, og hevði hann lagt 4 bóltar inn um Eli áðrenn steðgin. VÍF veiddi sær eina meiningsleysa útvísing í endasekundunum í fyrra hálvleiki, tá skógvastøddin hjá leikara eftir øllum at døma var størri enn avstandur ímillum vegg og síðulinju. Matematist vórðu tó ”ov nógvir” gulir leikara á vølli, og skuldu teir tí byrja seinna hálvleik í undirtali.

Tankarnir í hálvleikinum leiðatu nú aftur til dystirnar ímóti STÍF og Team Klaksvík. Í báðum hesum dystum hevði VÍF hálvleiks leiðslu, og vóru helst so væl nøgdir, at teir ikki sóðu tað neyðugt at nýta ov nógva skilagóða orku í seinna hálvleiki, hvørki inni á, ella uttan fyri vøllin.  Men nú mundi fara at bragda; er skil í, lærir man av mistøkum. Nýbaka vafla og ein góður kaffidropi gagnaðust, og hjálptu til at fortreingja ”seinna-hálvleiks ”óttan frá áður nevndu dystum.

Og VÍF tók við har teir sleptu, og skoraðu fyrsta málið og løgdu seg harvið á odda við 14-18. Men so tóku hoyvíkingar yvir, og hugdu ongantíð aftur um seg. Eftir 9 min. løgdu teir seg á odda 19-18, og 4 min. seinni høvdu teir eina 2-máls leiðslu 21-19, og høvdu sostatt vunnið 7-1 uppá 11 min. VÍF hevði  á ófatuligan hátt í 11 av 13 min. fasthildið ein taktikk, sum bar mest brá av einum Mr. Bean-stunti, og bóru hoyvíkingarnir seg hábærsliga at, spákandi eftir hesum reyða løbara í besta ”Oscar”-stíl.

VÍF royndi sum frægast at fóta sær aftur, men hoyvíkingarnir trivust so væl í egnari holu, at teir als ikki góvu Vestmenningum nakra náði, førdir fram av einum vælspælandi Halgir umframt Jens á Skipagøtu í málinum. Eftir 20 min. stóð 22-20, og í 25. minutti hevði H71 eina 3-máls leiðslu uppá  26-23. Í 29. minutti løgdu hoyvíkingar 28. bóltin aftur um Eli til eina 28-23 máls leiðslu. T.v.s. at hoyvíkingar uppá 27 minuttir í seinna hálvleiki vendu eini 4 máls undirtals støðu til eina 5 máls leiðslu – Flott av hoyvíkingum, skammiligt av vestmenningum. Hoyvíkingar takkaðu fyri dystin við at geva vestmenningum eitt troystmál til endaliga úrsliti 28-24.

Vestmenningar høvdu havt 16 dagar til at sleikja sárini eftir fult uppiborna tapið í Klaksvík. Men ásannast má, at sárið ídag stakk upp aftur at bløða. Hvat avtala er í hálveikinum, er ilt at skilja. Men ásannast má, at bæði venjarar og leikarar tað sama kundi gingið í inniskón, baðihettu og sólbrillum. Ferðin á spælinum minti mest um eitt ella annað slag av ”walk-man” hondbólti.Ófatuligt at góða gongdin í endanum av fyrra hálvleiki skuldi verða avloyst av so meinignsleysari byrjan í seinna hálvleiki.

So kunnu venjarar og leikarar skylda hvør uppá annan. Vit sum áskoðarar standa spyrjandi og undrandi. Nevndin kann so umhugsa at seta atgongumekja prísin niður í helvt til næsta heimadyst, fullan prís fyri fyrra hálvleik, og gratis seinna hálvleik.

Metaforist er VÍF-liði mest tók einum B&O lurtitóli. Design v.m. er í topp, men signali, og harvið hoyrilíkindini versnað munandi eftir at tóli hevur verið frá í 30 min. Út frá tí sum sást ídag, eru tað meira enn leikarar, sum skulu taka í egnan barm. Veruleikin er til tíðir annað enn tað, sum teoriin fyriskrivar.

Sæð við gul-bláum eygum kann bert ganga ein veg, spurningurin er so, hvussu koyrilíkindini verða mikukvøldið, tá Neistin kemur á vitjan.

H71 – tit hava eitt spennandi ungt lið, sum saktans kann gerast ársins ”surprise” – livst so spyrst.

Høvdið á Blokkin – ítróttur er deiliga óforútsiguligur. Spurningurin er so um Blokkurin tiðnar skjótari enn ísurin á Norðpólinum, og um Flatskatturin verður flatari enn fjallalendi í Jyttlandi, ella hann verður fongdur við flatlús. Hvussu ”fiskidaga”skipanin eftir stigum verður hjá ymsu feløgunum ígjøgnum kappingarárið, kemur tíðin at vísa.