20. november 2011: Kvinnurnar hjá VÍF taptu landskappingardystin móti Kyndli í Havn í dag við 23 málum móti 25. Í fyrru helvt av fyrra hálvleiki vístu VÍF kvinnurnar gott spæl bæði í verju og álopi og vóru á odda allan hálvleikin. Hálvleikstøðan var 15-14 til VÍF. Í seinna hálvleiki riggaði næstan einki, og VÍF kvinnurnar runnu aftaná Kyndilskvinnunum allan seinna hálvleik. Endaliga úrslitið gjørdist 25-23 til Kyndil.
Málskjúttar:
VÍF: Agnas Olsen 5, Torgunn Johansen 5, Liljan Djurhuus 5, Annika Poulsen 3, Linda Davidsen 3 og Tóra Seloy 2
Kyndil: Annika Sigurðsdóttir 11, Ásleyg Súnadóttir 4, Anja Heinadóttir 3, Birita Mortansdóttir 2, Jórun S. Ludvig 2, Guðrið G. Eystberg 1, Bjarta Johansen 1 og Anna Brimnes 1.
Næsti dystur hjá VÍF-kvinnunum verður eisini útivølli – tann fjórði útidysturin á rað. Hesaferð verður tað í VB-høllini í Vági fríggjakvøldið 25. november kl. 18.00 móti VB. Dagføring 25. november: Dysturin í Vági móti VB í kvøld er útsettur fyri veður.