Kyndil – VÍF: 31 – 34

Læs eina heldur kritiska dystarfrásøgn fra H71-dystinum. Havi bíða eftir ein frásøgn frá Neistadystinum seinasta mikukvøld, men helst er blýanturin ikki spískaður aftur, hóast eg haldi, at okkara leikarar høvdu alt rós uppiborið fyri tann dystin. Tá sást, at enn eru knotur í okkara leikaratilfari.

Spurningurin var so um knoturnar hildu 2 dystir á rað, ella hvussu. Tað skuldi so í øllm førum standa sína roynd móti móti teimum grøn-klæddu í Høllini á Hálsi.

Okkara løgdu seg á odda 0-2, men tá 5 min. vóru leiktir, hevði Kyndil lagt seg á odda 3-2, og sluppu teir at liggja á odda til 13. minutt, tá okkara løgdu seg á odda 7-8. Og á odda vóru teir liggjandi restina av dystinum. Eftir 20 min. stóð 9-12 og fimm min. seinni stóð 12-17, og tá fari varð til hálvleiks var støðan15-21, so her var alt sum tað plagar at verða teir fyrstu 30 min.

Tá 5 min. vóru farnir av seinna hálvleiki høvdu okkata ota seg uppá eina 7-máls leiðslu til 18-25, so her sá gott út. Men brátt er harranum um, tey næstu 5 málini fullu øll í grøna leiðrinum, so hesum dystum líkt, sá nú út til onki varð avgjørt fyrr enn alt er avgjørt. Tá 13. min vóru leiktir av seinna hálvleiki hevði Kyndil klóra seg upp á 23-25, og sveittin sást um enni á teim gul-kendu áskoðarunum. og løtu seinni var bert tað eina málið á muni, og enn var korterið eftir av dystinum.

Men “nokk er nokk”, tættari slapp Kyndil ikki, okkara fingu tamarhald á støðuni – hugaligt – havandi undanfarin seinna-hálvleiks skrædl í huganum. Tá 54 min. vóru leiktir var støðan 32-28, og tó at Kyndil kom uppá 30-32, koyrdu okkara trygd dystin heim, og hugaligar og stuðlandi klappsalvur rungaðu niður yvir teir í slutt minuttunum.

Samanumtikið eitt góðkend avrik. “niðurtúrurin” í seinna hálvleiki var ikki drúgvari en, at teir fingu vent gongdini, og tað er eitt av góðu tingunum teir kunnu taka við sær, tó at betri hevði verið um niðurtúrunin als ikki kom. Talan varð sjálvandi um lið-avrik, men kann eg ikki lata verða við at geva Agnar eitt herðaklapp fyri ein framúr dyst – ikki bert tí hann gjørdist toppskorari við 8 málum, men eisini fyri ein áhaldandi arbeiðsavrit gjøgnum allan dystin.

Verjan hevur helst okkurt at arbeiða við, soleiðis at meskavíddin krympar til dystin móti KÌF, sum verður leygardagin 3. Dec. kl. 16 í Høllini í Vestmanna.

Tá er brúk fyri allari hugsandi uppbakking, tí kollfiðringar spæla sum um høvdu teir uppfunnið hondbóltin, og teir verða tí alt annað enn nemmir at syfta.