Broytingar í venjaratoyminum á Atlantic Airways liðnum

VÍF hevur gjørt avtalu við Harald Bjørgvin, um at verða venjara hjá AA liðinum saman við Dia Midjord retsina av kappingarárðinum 2011/2012.

Ingi Olsen fer fyrst í komandi árið av landinum í arbeiðsørindum, og verður tí ikki tøkur hjá AA liðinum restina av kappingarárinum. VÍF takkar Inga fyri tað megnar arbeiðið hann hevur gjørt, tað stutta tíðarskeiðið, hann hevur verði aftur í barndómsfelagnum, og vit ynskja honum saman við familju góða endnu, har tey nú fara í arbeiðsørindum.

Harald Bjørgvin er uppvaksin í Vestmanna, og hevur slitið mangan skógvin á vølli fyri VÍF. Harald sigur seg vera spentan uppá uppgávuna, og roknar við einum góðum samstarvið við Dia Midjord. Hann sigur víðari, at spælara toymið er ungt og gott. Har eru spælarar, sum hava eina bjarta framtíð og leggur hann aftrat, at hann vil sjálvandi vera við til at menna teir og vinna heiðursmerkir til barndómsfelagið sítt aftur.

Formaðurin hjá VÍF, Áki Olsen, er fegin um fongin felagið hevur fingið í Haraldi. Hann leggur aftrat, at sjálvandi verður tað ein missur nú Ingi fer av landinum, men skuldi nakar koma inn og fylla tað tómrúm Ingi koma at gera, so kundi fongurin ikki verði betur enn í Haraldi Bjørgvin.

VÍF ynskir Haraldi Bjørgvin væl afturkomnan í felagi