Hálvgulur dagur móti Kyndli

Menninir hjá VÍF fingu sunnudagin ein væluntan stríðssigur móti Kyndli. Kvinnurnar máttu tíverri taka við tí ringara lutinum.

Tú fært mangan ein kenslu longu tá ein ella tveir minuttir eru leiktir av einum hondbóltsdysti. Viðhvørt er kenslan har longu meðan liðini hita upp. Kenslan er antin góð ella ring, og hon situr meira í búkinum, enn í høvdinum. Sunnudagin var kenslan góð. Tann rætta kenslan slær sjáldan falskar mentir og er meira ein fráboðan, enn dovið bjartskygni.

Vit hava spælt í 30 sekund. Kyndil missir bóltin í álopinum, VÍF fer í snarálop og Filip Jojic bumbar bóltin í kassan til 1-0. Hetta var góð byrjan fyri Filip, sum í nøkrum av undanfarnu dystum ikki hevur verið tann góði gamli skjúttin. Tað vísti seg eisini gjøgnum dystin, at alt liðið hevði størri trúgv upp á eitt gott úrslit hesa ferð, enn liðið hevur havt seinastu tíðina.

Sámal var við í verjuni frá byrjan. Tað víst seg at gera góðan mun. Kyndil mátti brúka nógva orku í álopinum, og fyrri hálvleikur var javnur og ein long styrkiroynd um at fáa nøsina fram um mótstøðuliðið. Meginpartin av fyrra hálvleiki hevði Kyndil munin, men tá tað nærkaðist steðginum, gjørdi VÍF ein vørr og fekk eina eittmáls leiðslu at hvíla seg uppá.

Við undantak av onkrum heilt býttum feilum, spældi VÍF ein góðan fyrra hálvleik. Vit sóu, at Kyndil bæði vildi og hevði trúnna upp á at vinna dystin, og tí var neyðugt hjá vestmenningum at stríðast fyri hvørjum málið og samstundis at tetta sum frægast í verjuni.

Løgin seinni hálvleikur

Seinni hálvleikur byrjaði við frálíkum vestfalskyrrindum og einum góðum háli til teir gulu. Frá 13-12 fór VÍF eftir 11 minuttum upp á 21-14. Og sjálvandi gloymdu bæði áskoðarar og leikarar alt um, hvussu skjótt tað kann ganga hvønn vegin í hondbólti.

IMG_4170

VÍF hevði vunnið sær eina sjeymáls leiðslu eftir eini løtu, bæði við góðum spæli, men eisini tí kyndilsleikararnir hesa løtuna gjørdi eina rúgvu av villum. Á kyndilsbeinkinum sótu leikararnir sum runnir í stein, men onkur segðist tó at vera so framsíggin, at hann lat hinar vita, at nú fóru vestmenningarnir at brúka sína kvotu av villum. Og so var. VÍF tømdi sína kvotu – og reiðiliga tað. Kyndil fekk sjey mál á rað, meðan VÍF einki mál fekk og so stóð 21-21. So 22-21 og 22-22. Men Kyndil hevði ikki brúkt sína kvotu av villum og tær komu nú sum úr tómum himli ein fyri og onnur eftir. Hesa seinastu løtuna kláraði VÍF at halda høvdið kalt og vann trygt 27-23.

VÍF-liðið leikti ein betri dyst sunnudagin, enn liðið hevur gjørt í seinastuni. Har vóru nakrar býttar villur, sum mugu lúkast burtur, og vónandi fer tað at eydnast. Hetta var fyrsti dystur í ár, at Sámal Joensen og Agnar Joensen vóru við, og tað munaði væl. Tað munaði ikki minst, at

aðrir fingu eitt sindur av hvíld, nú hópurin er so tunnur.

Næsti dystur hjá monnunum er ikki fyrr enn leygardagin 5. desember móti KÍF í Kollafirði. VÍF fer eftir øðrum finaluplássinum. Vit mugu minnast til, at VÍF vann allar dystirnar móti H71 í fjør, og kortini var talan um rættiliga tættar finaludystir móti júst H71. At H71 vinnur tað mesta – ella alt – í ár, merkir tí sjálvandi ikki, at VÍF ikki hevur góð kort á hondini, tá finalurnar skulu spælast. Hetta er tað langa málið – fyribils taka vit ein dyst í senn og ynskja tillukku við kærkomna dystinum móti Kyndli og ynskja liðinum ein góðan dyst í Kollafirði.

VÍF-Kyndil 27-21

Niklas Simonsen, Tóki Seloy, Julian Olsen 2, Agnar Joensen 1, Sámal Joensen, Áki Egilsnes 11, Andrias Eriksen 3, Jón Müller, Filip Jojic 6, Sjúrður Olsen, Danny Brandt 1 og Hanus Christophersen 3.

 

KVINNURNAR KUNNU MEIRA ENN HATTA

Heldur ikki hesa ferð gekk tað eftir vild hjá VÍF móti Kyndilskvinnunum. Fleiri høvdu framman undan roknað við, at kvinnurnar hjá VÍF fóru at vinna heimadystin móti Kyndli, men tað vísti seg at vera lættari hugsað og sagt, enn leikt.

Vit sóu eitt uppsett VÍF-lið í fyrra hálvleiki, sum fyri tað mesta lá framman fyri við trimum málum. Verjan var tøtt og spælið leikandi lætt og trygt framman fyri Kyndlamálinum og tá 22 minuttir vóru farnir, var støðan 11-8. Men so steðgaði fullkomuliga upp. Tað stóð sum í berginum. Kyndilskvinnurnar gjørdust nógv meira ágangandi, bæði í verjuspælinum og álopsspælinum, samstundis sum verjan hjá VÍF linkaði og hugflogið fór úr álopsspælinum. Kyndil fór til hálvleiks við eini eittmáls leiðslu, 12-11.

VÍF hevði ikki mist móti og herjaði á aftur í seinna hálvleiki, men tá hálvleikurin var hálvrunnin, rendu kvinnurnar seg inn í sama múrin, sum í fyrra hálvleiki. Tær fingu einki mál í 10 minuttir, meðan Kyndil fekk fýra og tá gjørdist brekkan ov brøtt. Kyndil vann 24-21.

Onnur dugir at útgreina, hvat skal til fyri at fáa spælið at rigga allan dystin móti liðum sum Kyndli og Neistanum. VÍF-kvinnurnar hava útvið somu dygdir, sum bæði havnaliðini, men hava higartil ikki havt eydnuna við sær. Enn eru stundir at prógva, at vestmannakvinnurnar eru grótharðar – eisini uttan at tað skal kosta útvísingar og brotskøst. Vit trúgva upp á, at hasir sigrarnir koma, tá loysnirnar eru funnar.

Næsti dystur er móti VB í Vági, men hann er ikki fyrr annan sunnudag. Vit ynskja tykkum góða eydnu har suðuri.

VÍF-Kyndil  24-21

Kristina Griksaite, Eilin Maria Stórá, Rakul Joensen, Agnas Olsen 4, Brynja Rógvadóttir, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus 3, Beinta Sveinbjørnsdóttir 2, Marianna H. Jacobsen 6, Lív Ingdorsdóttir, Randi Virgarsdóttir, Daniella Joensen 1, Ronja Johannesen, Kathe Frederiksen 5 og Jórun Gudmundsen.