Vunnu Stjørnuna men taptu móti H71 – nú er tað tvær ferðir Kyndil

Kvinnurnar hjá VÍF vunnu ein tryggan sigur móti Stjørnuni í Klaksvík seinasta sunnudag. Fitt av vestmenningum vóru komnir at rópa á okkara lið, men klaksvíkingar vóru møttir í hópatali, nú Stjørnan hevði víst seg at vera í einum góðum stima.

Stjørnan hevur fleiri góðar spælarar og ikki minst fleiri skjúttar, sum fáa mál, um tær fáa nóg mikið av plássi. Tað fingu stjørnukvinnurnar stundum í dystinum og tí var sigurin ikki tryggjaður fyrr enn um hálvan seinna hálvleik. Agnas Olsen var heldur ikki við henda dystin vegna leikbann, og Eilin Hansen var ikki við vegna skaða.

Stjørnan-VÍF

Spælið var kortini trygt og gott meginpartin av dystinum, hóast verjan onkuntíð kundi verið betri. Liljan og Marianna gingu undan og í fleiri førum sóu vit gott samanspæl, eisini inn á strikuna. Hálvleiksstøðan var 14-11 til VÍF, og frá eini trímálsleiðslu í hálvleikinum øktu vestmannakvinnur til eina fimmmálsleiðslu, tá dómararnir bríkslaðu fyri seinastu ferð, 26-21.

Ein góður dystur, har okkara løgdu nógva orku í spælið og har tú sat við eini kenslu í bilinum á heimleiðini, at tað loysti seg at fara til Klaksvíkar henda sunnudagin.

Stjørnan-VÍF 21-26

Kristina Griksaite, Eilin Maria Stórá, Rakul Joensen, Brynja Rógvadóttir, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus 9, Beinta Sveinbjørnsdóttir, Marianna H. Jacobsen 6, Lív Ingdorsdóttir, Randi Virgarsdóttir 2, Daniella Joensen 3, Ronja Johannesen 2, Kathe Frederiksen 3 og Jórun Gudmundsen 1.

MENNINIR Í BRATTARI BREKKU

Leiðin gekk beint suður til Hoyvíkar, har menninir skuldu møta H71. Full høll av hoyvíkingum, har hondbóltsfepurin er farin langt upp um normala likamshitan. Gaman í vóru har eisini nakrir vestmenningar, men teir hoyrdust ikki væl, tíverri.

Nógv er ikki at skriva um henda dystin. Venjarin, Ingi Olsen, segði eftir dystin tað, sum sigast skuldi. Har vóru eini 15-20 tekniskar villur, har bólturin orðarætt var latin upp í hendurnar á hoyvíkingum. Tað merkti, at VÍF misti í minsta lagið 15 álop. Heilt einfalt kunnu vit siga, at hevði VÍF fingið mál í einum triðingin av hesum mistu álopunum, stóð á jøvnum millum hoyvíkingar og vestmenningar tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum.

2015 H71 VÍF 167-PS-CUT

Sjálvandi er hetta at gera ein truplan dyst nakað einfaldari, enn dysturin í veruleikanum var. VÍF var í brattari brekku allan dystin móti sterku hoyvíkingunum og eitt lið, sum ger so nógvar feilir, sum VÍF gjørdi henda dagin, er hesar 15 villurnar veikari, umframt at hoyvíkingar eisini høvdu eina sterkari verju, enn vestmenningar.

Tí er lítið annað at gera enn at eftirmeta dystin, síðani gloyma hann og herja á næstu ferð. At VÍF hóast alt ikki tapti meira enn fýra mál sigur eitt ella annað stað, at her vóru menn, sum stríddust fyri, at tapið ikki gjørdist ov stórt. Partvíst eydnaðist tað.

H71-VÍF 28-24

Niklas Simonsen, Tóki Seloy, Julian Olsen 2, Áki Egilsnes 8, Andrias Eriksen, Jón Müller, Filip Jojic 8, Sjúrður Olsen 2, Danny Brandt 2, Hanus Christophersen 2, Rúni Joensen og Høgni W. Høgnesen.

SUNNUDAGIN ER TAÐ KYNDIL

Sunnudagin klokkan 14.30 spæla kvinnurnar móti Kyndli. Menninir spæla klokkan 16.00. Hjá báðum liðum er talan um tann næsta dystin móti Kyndli hetta kappingarárið og fyri bæði liðini eru dystirnir sera avgerandi fyri, hvat vit kunnu vænta okkum í seinnu hálvu av kappingini. VÍF tapti fyrstu dystirnar í Havn, og helst kunnu vit siga, at hvørki av liðunum vóru klár.

Venjarin hjá kvinnunum, Geir Wardum, lovar okkum ein góðan dyst. Tað dámar okkum væl. So vita vit, at kvinnurnar fara eftir sigrinum og at tær ikki ætla at geva upp. Kyndlakvinnurnar kunnu vinnast, eingin ivi um tað.

Hjá monnunum vænta vit, at hugburðurin verður øðrvísi og betri, enn hann hevur verið seinastu dystirnar. Tú hevur havt eina kenslu av, at trúgvin upp á at vinna hevur verið alt ov lítil. Tí kunnu vit siga, sum Hans Holm var endurgivin fyri at siga í Portugal, tá føroyska  landsliðið í C-HM kappingini hevði tapt fyrsta dystin tepurt, at teir vistu ikki hvussu góðir teir vóru. Vit áskoðarar vita, at tit eru góðir, men fyri at náa hæddunum mugu leikararnir brúka bæði høvd og vødd og eitt sindur meira av orku, enn teir  halda, at teir hava.

So sunnudagin fara vit øll í høllina til hesa hálvu finaluna móti Kyndli sunnudagin.

Myndirnar av kvinnudystinum hava vit lænt frá Norðlýsinum. Myndina móti H71 hevur Jan Sørensen tikið.