Vælkomin á nýggju heimasíðuna hjá VÍF

Góðu vestmenningar, nú er nógv eftirspurda heimasíðan enduliga liðug. Henda síðan kemur framyvir at kunnað tykkum um, hvat hendir í felagnum alt árið, tað verður seg innan hondbólt, kappróður, badminton og ymisk tiltøk felagið skipar fyri.

Visiónin er, at heimasíðan verður so sjónlig sum til ber innan virksemi felagsins.

Fyri at heimasíðan skal blíva so sjónlig sum til ber, so hava vit brúk fyri tykkum. Vit vilja heita á tykkum, um at senda okkum tilfar, so sum myndir og hugskot av ymiskum slag, alt hevur áhuga.

Er tað soleiðis, at tit tildømis hava verði til ein hondbóltdyst, kappróður, badminton ella okkurt tiltak sum felagið stendur aftanfyri, so vilja vit meiri enn fegin leggja myndir ella ein tíðindastubba út á okkara heimasíðu og harvið savna okkum eitt dýrabart savn.

Tað verður møguleiki at gera viðmerkingar til greinar og tíðindi. Eisini verður gestabókin virkin aftur. Hetta fer at vera gjørt gjøgnum Facebook. Hetta, fyri at fólk ikki kunnu fara dulnevnd inn á gestabókina, og gera óhóskandi viðmerkingar. Vónandi fara fólk at taka væl undir við hesum.

Vit vóna at tit fara at taka gott ímóti nýggju heimasíðu okkara og koma við positivum, so væl sum minni positinum viðmerkingum, soleiðis at vit kunnu menna heimasíðu felagsins.

Lat okkum kveikja og styrkja kensluna fyri tí gula og bláa litinum, sum út yvir landi er samleiki okkara.