Gentir 10 í steypafinaluni!

Gentir 10 spældu seg leygardagin í steypafinaluna, ið verður komandi leygardag 12 februar.

Tær spældu fyrsta dyst ímóti Kyndli. Hesin dystur bleiv vunnin 4-1. Næsti dystur ímóti Stíf bleiv vunnin 5-3. Síðani bleiv farið til hálvfinalurnar. Her var Stjørnan mótstøðuliðið. Hesin dysturin bleiv sera spennandi. Hann endaði javnt, men eftir longda leiktíð vunnu okkara gentir 6-5. Frøðin var sjálvandi stór, og liðið spældi seg í finaluna.

Í finaluni skulu vit møta H71.