Kyndil – VÍF 27-27 (11-19)
Eins og í fyrra dystinum móti Kyndli í Havn, so tveittu okkara menn ein sigur burtur. Tá ið Sámal skoraði beinleiðis upp á tríggjarmeturkast seinast í fyrra hálvleiki til støðuna 19-11, var lítið, sum bendi á, at nakar spenningur kundi koma aftur í hendan dystin. Kyndil minkaði eitt sindur um munin beinanvegin í seinna hálvleiki, men tá ið VÍF legði seg fram um 23-17 í ellivta minutti í seinna hálvleiki, sá framvegis gott út.
Vit høvdu allar møguleikar at avgera dystin fyrsta korterið eftir steðgin. Tvær ferðir spældi VÍF í nærum tveir minuttir við tveimum monnum í yvirtali, men tað gekst ikki, sum ætlað. Okkara menn tyktust at gloyma at spæla frítt hondbóltsspæl hesar minuttirnar og hugsaðu ov nógv um spælskipanir. Endin varð, at VÍF tapti fyrru yvirtalsstøðuna 1-0 og seinna endaði 0-0.
Í fyrra hálvleiki var ikki nógv at fýlast at. Eftir eina eitt sindur trilvandi byrjan, setti VÍF ferð á spælið, og tá megnaði Kyndil als ikki at fylgja við. Sámal og Áki gingu á odda og málini rapaðu inn um Erlend í málinum hjá Kyndli.
Í seinna hálvleiki varð Sámal mansvardur frá fyrsta bríksli, og tað vísti seg at skapa so mikið av órógv í spælið hjá VÍF, at Kyndil spakuliga kom við í dystin aftur. Sum nevnt so hildu vit kortini tørn fyrstu tíggju minuttirnar og skuldu havt avgjørt dystin.
VÍF skoraði einki mál frá ellivta minutti til tríogtjúganda minutt, og tá hevði Kyndil skorað so ofta, at vit minkaðu um munin til 25-24 til Kyndil. Vit komu fram um aftur 26-25, so kom Kyndil á 27-26, áðrenn Bjarti javnaði til 27-27 í næstseinasta minutti.
Kyndil hevði nú møguleikan at fara í álop at avgera dystin, men tað eydnaðist ikki. Við fáum sekundum eftir, misti Kyndil ein bólt út móti miðjum vølli heilt úti í høgru síðu. Bjarti var fyrstur á bóltinum í harðari kapping við ein kyndilsmann. Bjarti kom framum kyndilsmannin og skuldi seta kós móti málinum. Men av einari ella aðrari orsøk, valdu Rúni og Ragnar at døma fríkast til Bjarta í staðin fyri at geva honum fyrimunin. So vóru bara tvey sekund eftir, og dysturin endaði 27-27.
Dómararnir eiga kortini ikki ábyrgdina av, at vit ikki vunnu dystin. Tað kunnu okkara menn takka sær sjálvum fyri. VÍF hevði allar møguleikar at vinna dystin, men tók ikki av.
Málskjúttar:
Áki 8,
Sámal 7,
Rúni 5,
Bjarti 4,
Magnus 2,
Holgar 1