Nú sunnudagin kemur KÍF til Vestmanna at leika. Vit í Vestmanna kenna alt ov væl til tað sterka KÍF liðið, men eru teir líka væl fyri í ár. Tað er okkurt sum talar fyri at KÍF er væl fyri, teir hava millum annað vunnið allar venjingardystirnar.
Hjá VÍF er stór broyting í ár frá í fjør. Jan Ottosen er komin til Vestmanna og 3 nýggjir leikarar eru komnir á liðið. Ársins leikari frá í fjør Filip Jojic, Martin Ritto og Rasmus Junker eru allir komnir fyri at styrkja um liðið. Áki G Olsen er givin á VÍF liðinum og Sámal Joensen er langtíðars skaddur. So sigast má at liðið sær eitt sindur annaleiðis út.
VÍF vónar at øll sum hava áhuga fyri hondbólti koma inn í hællina til dyst sunnudagin kl 1600. Har eru karmar fyri einum super góðum hondbólts dysti og so verður okkurt yvirraskilsi.
VÍF