VÍF hevur stovnað nýtt fjepparafelag.
Sum nakað nýtt hevur VÍF stovnað eitt fjepparafelag. Høvuðsendamálið við fjepparafelagnum er, at økja um trivnaðin og um góða ítróttarandan, sum er og skal verða, rundanum ein og hvønn hondbóltsdyst. Somuleiðis vilja vit eisini stuðla og økja um fjepparaáhugan millum vestmenningar.
Eyðsæð er, at áskoðarafjøldin innan hondbólt seinnu árini er fækkað.
Hetta vilja vit í Vestmanna gera nakað við, og tískil hetta nýggja átak við fjepparafelagið.
Vit vilja fegnar hava fleiri áskoðarar í høllina til dystirnar og fáa lív í áskoðarafjøldina. Vit ætla at skipa fyri ymiskum í samband við dystirnar, bæði fyri børn og vaksin, soleiðis at tað gerst stuttligt at koma í høllina og verða áskoðari hjá VÍF.
Nógv góð hugskot eru og ætla vit, so við og við, at veruleikagera nøkur av hesum hugskotum.
Vónandi taka allir vestmenningar og onnur hondbóltsáhugaði væl ímóti hesum nýggja átaki.
Vit í fjepparanevndini eru sera spentar og glaða okkum til fyrsta bríksl í høllini í Vestmanna sunnudagin.
Nevndin í fjepparafelagnum er: Frígerð, Jastrid, Angelie, Anja og Jóngerð.
Vit vilja fegnar hoyra frá tykkum, um tit hava góð hugskot og eru øll hugskot kærkomin.
Í 2012 er vanligur samskiftisháttur til slíkt facebook, og fylgja vit sjálvsagt rákinum og hava stovnað ein facebook bólk við heitinum ”Røsku Leyvurnar”. Vit hugsa, at brúka hendan bólk, til at lýsa okkara virksemi og tiltøk í samband við dystir hjá okkum.
Sjálvsagt fara vit eisini at vera virknar inni á heimasíðu okkara www.vif.fo, og fáa enn meiri lív í heimasíðuna.
Kom við og melda teg inn í bólkin, jú fleiri vit eru, jú stuttligari er.
Fjepparanevndin.