Grindaboð í Vestmannasundi, City-Arsenal í Sjónvarpið, og endabresturin í fótbóltslandskappingini, ella ein power-napp á sofuni; jú av sonnum nokk at velja í – hvørt meira freistandi enn annað. Men alt hettar varð vælt frá til frama fyri at síggja nýklassikaran í føroyskum hondbólti – dystin ímillum teir stórfanatisku kollfiðringarnar og teir meira soygligu verður-tað-ikki-ídag-kulturellu vestmenningarnar.
Byrjunardystir í landskappingum plaga ikki altíð at verða teir mest tempofyltu og mest vitjaðu dystirnir. Men ”plagar” er vorðið eitt meira ókent fyribrigdið. Fuglfiðringar plaga ikki at liggja ovast í fótbóltslandskappingini, Vestmenningar plagdu at hólva kollfiðringar av í hondbólti, fólkafundir plagdu at verða úti í Guðs fríðu náttúr, og fiskaríkidømi í havinum runt oyggjarnar plagdi at gleða samfelagið.
Fuglfiðringar togast nú á ovastu rók, fólkafundir verða nú hildnir innandura í eini blikkdós í Hoyvík, vestmenningar gjalda nú fyri at sleppa at síggja kollfiðringar leika finalur í hondbólti, og makrelurin hevur í longri tíð skap meira øsing enn frøi í pørtum av samfelagnum.
Tað vórðu nógv fólk savnaði til dystin. Liðini komu á vøllin í einum ljós- og roykshowi, hallarspeakari og tónleikur var eisini partur av ”inmarsjinum”. Heimaáskoðarnir vórðu spentir uppá eitt kappingarár við-, og kollfiðringarnir líka spentir uppá eitt ár uttan Jan Ottosen. Harumframt høvdu teir gulu styrkt sær liðið við 3 leikarum uttan úr heimi, men tó innan fyri ES-Samveldið (vistnokk).
Áskoðarnir gjørdust vitni til ein lívligan dyst, við nógvari ferð frá fyrsta bríksli. VÍF varðtað betra liði fyrstu 20 min, men so byrjaðu kollfiðringarnir at tátta í. Kann ímynda mær, at Jákup Jónsson ikki hevur tørva nógv sekund at motivera sínar leikarar. Eftir at hava verið afturút við 4 málum, stríddu kollfiðringarnir seg upp á javnleik 14-14 tá farið var til hálvleik. Tað tóktist sum teir gulu støðgaðu á sindur á, og fóru frá ”team-avrik” til soloavrik.
Seinni hálvleikur byrjaði har fyrri slepti, gamaní fingur teir gulu fyrsta málið, men gestirnir fingu skjótt javna, og løgdu seg síðan framum, og vórðu framman fyri restina av dystinum, og ongantíð minni enn 2 mál. Treysti og viljin hjá gestunum var eyðsýnt, meðan vertirnir alt meira fullu frá hvørjum øðrum sum lið. Róðu teir á einum 8-mannafarið, høvdu hvørki árar ella áraskjeytar komi heilskapað á mál. Og hóast venjarin tók TO, og testaði decibel-frekvensin hjá leikarunum, hjálpti onki.. Gestirnir fóru avstað við øllum, og smílini á leikarum og teirra trúgvu áskoðarum rukku av Grønanesi og inn á Fossá.
Minnist meg rætt, tapti KÍF 5 teir fyrstu dystirnar eftir at teir høvdu fingið Jan til venjara; men øll vita vit hvat er hent við liðnum síðan tá. Ongin ivi er um, at okkara lið skal hava narkar dystir at rista liði saman. G-strongurin á miðjuni er givin, Sámal gongur skaddur, og vit skulu samansjóða 3 fremmandar leikarar inn á liðið. Vegurin yvir til Høllina hevur 2 ferðslutálmarar. Á vøllinum manglaði ein slíkur tálmari, tá Andreas í fleiri førum setti fulla ferð á inn mót verjuni hjá VÍF. Kann henda at ein tackling ”er med livet som indsats”, men spurningurin er bara hvør fyrst bakkar, Andreas, verjuleikarin ella dómarin. Í dystinum gagnnýtti Andreas hesa framdrift til fulnar. Eisini var tað ein fragd at síggja unga evnaríka leikaran Hans Eli bæði viðskotum útifrá, eins og í kontrafasuni.
Hjá heimaliðnum royndi Ritto at eggja sínum liðfeløgum, men soygligheitin er tann hon er, og ger tað hon ger.
Rom varð ikki bygt eftir einum degi, og sum venjarin hjá ÍF hevur sagt – tað er á seinasta leikdegi at vinnarin verður funnin. Kann henda at dysturin í gjár júst var tað sum skal til fyri at minna á, at leikaratilfeingi einsamælt ger tað ikki; tað skal arbeiðast fyri sakini, og tað fara vit nokk at síggja úrslit av sum kappingin líður.
Onki er sum tað plagar, so hvør veit, kanska er eitt finalupláss í eygsjón.