Strandingar koma til Vestmanna í dag. Teir vunnu sín fyrsta dyst ímóti Team Klaksvík við nógvum málum og tí er sjálvsálitið hjá teimum í top.
Hin vegin so tapti VÍF sín fyrsta dyst og hava teir nógv at prógva yvir fyri bygdafólkinum. Hópurin er breiður nokk, men enn er liðið ikki gott nokk samanspælt. Vit vóna at teir fara at spæla sum eitt lið í dag og koma við teimum fyrstu stiginum.
Dystinir ímóti Stíf hava ongantíð verði lættir og verður tí dysturin í dag nokk heldur einki undantak.
Komi øll, stór sum smá og heppi á okkara lið. Røsku leyvurnar hava brúk fyri tykkum
Gult og blátt, hvat er tað ikki gott
Stíf kemur á vitján í dag kl 1600
