Hondbóltskappingin fer á rull komandi vikuskiftið

Komandi sunnudag 25.septembur fer hondbóltkappingin í gongd. Kyndil kemur á vitjan og er lagt upp til ein spennandi dyst í fyrsta umfari.

Hvussu Kyndil er fyri hjá kvinnum og monnum í ár vita vit ikki heilt við vissu. Men liðini hjá Kyndli plaga at blanda seg í toppin í føroyskum hondbóltið og kunnu vit tí roknað við, at soleiðis eisini verður í ár.

Sunset-liðið hjá VÍF hevur fingið styrk í Simonu, sum kom til felagið í summar. Sjálvt um VÍF liðið er ungt, so hava tær spælt nøkur á nú í bestu deilduni og eru tær nú svangar eftir at vinna nakað. So lagt er upp til ein spennandi dyst í fyrsta umfari hjá teimum.

Hjá Atlantic Airway´s liðinum eru nógvar broytingar frá í fjør. Dia Midjord hevur fingið hjálp av Inga Olsen, sum kom aftur til barndómsfelagið í summar og stýra teir báðir nú AA liðinum. Bárður Brimvík, Rói Lamhauge, Magnus á Rógvu, Regin Joensen og Agnar Joensen eru eisini komnir til felagið. Spennandi verður at síggja hvussu liðið nú er fyri, nú kappingin av álvara fer í gongd. Bjarti Hansen er skaddur og ikki er vist nær hann verður klárur aftur.

Tað er nógv hondbólts prát í Vestmanna fyri tíðuna og eru fólk spent uppá SS og AA liðini hjá felagnum.

VÍF vónar at tað verða nógv fólk til heimadystinar í ár, soleiðis at áskoðaranir kunnu hjálpa liðinum framm á mál. Felagið skal nokk skapað rammurnar, men áskoðaranir eru alfa omega.

Vit fara at heita á øll homdbóltsáhugaði um at koma til dyst sunnudagin 25.septembur kl 14.30 tá kvinnuliðið hjá felagnum møtir Kyndli. Mansliðið spælir kl 16.00 og møta teir somuleiðis Kyndli.

VÍF