Stór spælara tilgongd hjá VÍF

Stór spælara tilgongd er hjá VÍF hetta kappingarárið. Agnar Joensen er komin aftur frá KÍF, Regin Joensen er aftur eftir at hava verði vekk í arbeiðsørindum. Magnus á Rógvu er komin aftur eftir at hava roynt seg í fjør hjá H71, sterki verju leikarin Rói Lamhauge hevur aftur valt at koma til VÍF og verja teir blá gulu litirnar. Ingi Olsen sum hevur verði nøkur ár í Neistanum, er komin aftur til barndómsfelagið, har hann og Dia standa fyri venjingini og kemur Ingi eisini at leika tað í hann er mentur. Tað nýggjasta navni í VÍF er stóri og sterki verju/strikuleikarin Bárður Brimvík. Bárður spældi ikki sísta kappingarár við besta liðinum hjá H71, men spældi í lægri deildunum hjá felagnum. Vit hava spurt hann hví hann hevur leita sær til VÍF og sigur hann at ” hann hevði brúk fyri nýggjum avbjóðingum og helt at VÍF hevði tað honum tørvaði.

Vit í VÍF eru sera fegin um, at allir hesir leikarir eru komnir til felagið. Málsetningin hjá felagnum skulu teir nokk koma at liva upp til.