KÍF – VÍF: 26 – 21

Kundi ynskt japanesarum alla tað vætu sum fallin er av føroyska himmalinum seinnu tíðina, um so var at tað kundi hjálpt til at hildi kjarnorku katastrofuni frá durum. Væl at merkja skuldi vætan bert falli beint niður í kjarnorkureaktorarnar, og ikki verið ein forðing í øðrum hjálpararbeiði sum teimum tørvar.

Heilsaði uppá barometri áðrenn fari av á dyr at síggja hólmgonguna ímillum grannabygdirnar báar Kollafjøðr og Vestmanna. Barometri fall, og spurningurin var so, hvørt av liðunum hettar var tekin til. Eftir øllum at døma bleiv tí helst ikki talan um javnleik… .

Vildi ikki bróta persónliga siðvenju, men smoygdi mær innandura løtu eftir at dysturin var byrjaður – støðan tá 3-2 til KÌF, eftir at teir høvdu lagt seg á odda 3-0. Eftir 9 min. var javnleikur 3-3. Liðini fylgdust so uppeftir, við teimum gulu undan, og kollfiðringunum rennandi aftaná. Eftir 20 min. høvdu teir gulu munin við støðuna 10-6, og føldu tey gulu viðhaldsfólkini seg meira og meira heima í Kollafirði – í øllum førum so leingi tað vardi. Men kollfiðringarnir góvust ikki so, men treiskaðust til støðuna 10-10. Men teir gulu stungu snútan framum, og fóru til hálvleiks við eini 11-10 leiðslu.

Lagið á fólki var gott í hálvleikinum – á vestmenningum við at hava leiðslu í hálvleikinum, umframt at góður kaffimuður var í heintu. Kollfiðringar máttu so hesa løtuna bert taka til takkar við heita kaffidropan.

Men tað ráddi um at svølgja skjótt, tí brátt hoyrdist norðoyarblástur í dómara floytunum, og so var at sessast aftur, fyri at síggja hvussu leikur fór. Skal ikki taka dagar ímillum um kaffidroparnir hava havt sama hita í báðum leirum, men tá 8 min.vóru farnir, høvdu teir reyðu lagt seg á odda 18-16.

Men har var tó als ongin avger fallin enn. Teir gulu ressaðust aftur, og hálaðu seg upp á 2-máls leiðslu – 21-19 – og nú restaðu bert 10 min. av dystinum. Men seinastu 2 árini hava vit sæð, at tað – við danskari vegleiðing – er gingið upp fyri kollfiðringum, at dystur í bestu mansdeildini varir í 2 x 30 min. Meðan kollfiðringar áður taptu mangan dystin seinastu 10 minuttirnar, er nú vent í holuni, og eru teir ídag kanska eitt tað sterkasta liði í kappingini seinastu 10 minuttirnar.

Hinvegin tykist sum at vestmenningar aftur og aftur hava lyndi til at missa koncentratiónina í endanum, og er hettar ein “siðvenja” sum hevur staði við nú í nøkur ár, og sóðu vit tað so seint sum seinasta sunnudag ímóti Neistanum. Um tað er stríði við Kvívíkingar um havnamarki sum hevur hesa negativu ávirkan er ikki til at siga, men um so er, er bati fyri framman, nú lok er lagt á tað málið. Tann dag vestmenningar finna útav at dystur varir í 2 x 30 min, verður ikki so lætt at leika ímóti VÍF.

Og seinastu 10 minuttirnir bendu á, at sekundvísarin hjá teimum gulu slakaði ferðina meira enn kollfiðringar høvdu tol til. Frá støðuni 21-19 til VÍF eftir 50 min. løgdu kollfiðringar til brots, og vunnu seinastu 10 min. við 7-0 til endaliga úrslitið 26-21.

Av sonnum má sigast, at Kollafjørðurin gjørdist í longra lagið at strekka hjá Vestmenningum ídag. Tað tykist sum køliskipanin í kjarnorkureaktorunum hjá Vestmenningum ikki megna at halda hitan niðri í fullan tíma, og at tað tí aftur ídag endaði við eini gulari niðurbræðing tá lok skuldi leggjast á. Kollfiðringar og fólk úr grannabygdunum fyri eystan og vestan fegnaðust, meðan Vestmenningurin skuldi longu regnvátu leiðina um Kollafjarðartunnilin ella Kollafjarðardal uttan stig í sjáttuni.

Men samanumtikið ein sera spennandi dystur, við høgari leikfer, góðum málmansspæli í báðum endum, og eisini góðum hondbóltsspæli í løtum. Kollfiðringar eru á veg í finaluna, og skal herfrá verða ynskt teimum góða eyðnu ímóti suverena oddaliðnum Neistanum.

Helst er Neistin favorittur á vøllinum, men á áskoðaraplássinum koma Neistafólk neyvan Kollfiðringum til kníggja – ársins áskoðarar – ongin ivi um tað -.

Dagsins viðmerking kom frá KÍ’aranum í Kollafirði, tá hann – eftir enn ein steðg í dystinum í smb. við tørv á turking av gólvi – helt fyri, at høllin burdi fingið navni “Turka-land”.

Málskorarar til dystin ídag hjá VÍF vóru Sámal 1, Joen Pauli 1, Rúni 2, Bjarti 6, Magnum M. 4, Áki G 3. Toppskorari var helst Eli við eini røð av typiskumk Eli-bjargingum.

Hjá KÍF skutu Niklas og Teitur 7 mál,, Gert 5 og hálvi vestmenningurin Rúni 4 mál.